Elektrisitetsverkið í Botni

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Elverkið í Botni
Botnur og vatnorkuverkið í Botni, sæð frá vegnum við Ryskivatn.

Elektrisitetverkið í Botni, Suðuroy, er tað fyrsta elektrisitetsverkið ið varð bygt í Føroyum.

Søgan[rætta | rætta wikitekst]

Ljósfestin[rætta | rætta wikitekst]

Í bókini hjá Poul Andreasen byrjar hann við at greiða frá um ljósfestin, ið varð hildin í gamlaskúla á Oyralaði, tann 18. juli 1921. Oddamaðurin fyri hesum var Petur Dahl á Gørðunum, sóknarstýrisformaður. Hann helt talu, bjóðaði fólki vælkomnan og trýsti á eina kontakt og skúlastovan strálaði við elektriskum ljósi. Í alt vóru umleið 100 fólk til hetta tilhald.

Ætlanir um at fáa elektrisitetsverk[rætta | rætta wikitekst]

Føroyingar høvdu verið í Danmark, og har sóu teir alt hettar elektrisitetið ið har var, og hettar vildu teir eisini hava í Føroyum. Í 1919 bað løgtingið norska verkfrøðingin Håkon Blaauw koma og kannað áir og vøtn í Føroyum, og gera eina frágreiðing um vatnnýtslu og drívmegi (hvussu til bar at fáa hettar at virka í Føroyum). Eisini kom ein annar verkfrøðingur, Sætersmoen. Báðir komu við frágreiðingini í 1922, men tá var elektrisitetverkið longu liðugt, teirra frágreiðing var tó eisini til alt Føroyar.

Nýtt sóknarstýri,fundur og viðurkenning[rætta | rætta wikitekst]

Nýtt sóknarstýri kom í 1918, Petur Dahl varð valdur til sóknarstýrisformann. Teir høvdu 11 mál, ið teir fundaðust um, har ímillum vóru at fáa verkfrøðingar til Føroya at kanna møguleikarnir til elektrisitetverkið. Vágs kommuna var væl fyri fíggjarliga, men tað bleiv tosað nógv aftur og fram um lánini, ið mundu takast til hettar arbeiði, men alt bleiv viðurkent, og skuldi farast í gongd beinanvegin, áðrenn alt bleiv dýrari.

Arbeiði byrjar[rætta | rætta wikitekst]

Arbeiði fór í gongd seint í 1919. Á odda var Håkon Blauuw og aðrir verkfrøðingar, innstallatørar & montørar. Tilfarið teimum tørvaðu varð flutt av Eiðinum og til Botn. Sjálv støðin var niðri í Botni, ætlað var at byggja eina minni støð við Miðvatn, men tað bleiv til einki. Tey trý vøtnini eita Ryskivatn, Miðvatn og Tindalíð. Veruliga byggingin var við Ryskivatn. Tað vóru rør bygd gjøgnum hesi trý vøtn, og niður í støðina í Botni. Vesturi á Eiðinum høvdu teir eisini lagt ein elektrisitetslinju, so at útróðrarmenninir kundu lættari hála bátarnir upp á land. Fyrsta húsið í Vági ið var roynt til kóking við elektrisiteti, var hjá Trinu og Óla hjá Mikku.

Botn[rætta | rætta wikitekst]

Í Botni búðu eisini fólk, men eingin vegur var (kom 40 ár aftaná elektrisitetið), so vøran mátti berast ella førast við báti av Eiðinum. Tá Spanska sjúkan gekk, slapp eingin úr ella í Botn. Í Botni búðu hjúnini Anna og Christian Thomsen og tey áttu 4 døtur og 5 synir.


Lán[rætta | rætta wikitekst]

Prísirnir øktist hesa tíðina, tað var ikki gott fyri kommununa, ið hevði tikið fleiri lán. Alt bleiv dýrari enn ætlað, og eisini var nógv renta. Lán var frá privatum, sparikassanum og statslán, alt lánið íalt var 919.417.

Tíðirnar versnaðu og kostnaður[rætta | rætta wikitekst]

Tíðirnar versnaðu frá tí elverkið opnaði og framyvir 20-ini og 30-ini. Vágur lá gott fyri við fiskiskapi, men ikki í krígnum. Lítið kom inn fyri elektrisitetið, tí fólk spardu, og tað bleiv lítið brúkt. Petur Dahl skrivaði amtmanninum eitt bræv um hvussu harmur hann var um viðurskifti, og eingin peningur kom inn. Kostnaðurin fyri elið var hettar, eitt fast árligt gjald fyri innlagdar málarar var 6 kr og var hann dupultur var tað 12 kr. 40 oyru fyri ljós, kóking var 5½ oyra. Tað bleiv broytt av at tíðin var so ring, ljósið var tað sama men kóking minkaði til 3½ oyra. Tað fasta gjaldið hækkaði tó, ein einkultir 24 kr og dupultur 36 kr. Hetta dámdi ikki fólkinum, og tey sendu tí eitt skriv til sóknarstýrið, við yvir 100 undirskriftum. Tað kostaði ov nógv, tí skattur var nógvur og hettar var ein keðilig tíð.

Arbeiðsfólk í Botni[rætta | rætta wikitekst]

Fyrsti maskinmeistari var Christian Thomsen, síðani sonur hansara og nógvir aðrir. Eisini vóru nógv hjálparfólk t.d. Akra-Petur, Johan Djurhuus og sonur hansara og nógvir aðrir. Tað var Johan Djurhuus, ið yrkti kvæði um Huldugentuna, meðan hann búði í Botni.

Vatntrot[rætta | rætta wikitekst]

Undir krígnum var elektrisitetsnýtslan økjandi. Tað regnaði nógv og vøtnini vóru full, men nakrir mánaðir aftaná bleiv vatntrot og teir máttu steðga elektrisitetinum um náttina. Tá mátti prísurin hækkast úr 5 oyrum til 8.

Nýggj rør[rætta | rætta wikitekst]

Nú var tørvur á nýggjum rørum, so tey máttu aftur taka lán, tað ornaði sóknarstýrið fyri. Tey komu við damparanum “Lingtroom”, men tey lógu í nógv ár á keiøkinum og niðan fyri skúlan. Vegur var lagdur niðan til Botn, so tey kundu sleppa niðan við rørunum. Tað tók eitt ár at gera liðugt. Felagið æt Elfelagið Suðuroy frá 1955.

Háspenningslinjir[rætta | rætta wikitekst]

Bert ein háspenningslinja var, hon var í Vági. Men ein var gjørd til Tvøroyri og Øravík. Seinni til Lopra, so Porkeri. Síðani var stórt arbeiði gjørt, til Sumbiar, Víkarbyrgis, Akrar, Hovs, Fámjins, Hvalba og Sandvík. Nógvir upprunapelar standa enn.

Elfelagið Suðuroy[rætta | rætta wikitekst]

Nú skuldi fundur haldast um at allar kommununnar skuldu verða í einum elfelagið, øll komu við uttan Hvalba, tí tey høvdu eitt motorverk við tveimum motorum, men komu tó við tvey ár seinni. Felagið yvirtók alt uttan gøtuljósini, tá skuldu kommununnar enn hava.

SEV[rætta | rætta wikitekst]

Nú var aftur fundur hildin um at alt Føroyar skuldu verða í einum elfelagið, SEV. Teir hildu at alt fór at ganga betur í einum felagsskapi. SEV sendi so eitt skriv uppá tær treytir ið fóru at verða, øll vóru glað um ætlanina. Íalt vóru 6045 fólk í Suðuroy. Elfelagið Suðuroy fór uppí SEV í 1963.

Elverkið á Oyrunum[rætta | rætta wikitekst]

Vágsverkið á Oyrunum í Vági

Í september 1982 varð nýtt elektrisitetsverk bygt á Oyrunum í Vági, tað er á syðru síðu av fjørðinum. Tað varð liðugt uppá eitt ár. Settir vóru tveir dieselmotorar, tað skuldi takast til tá ið elektrisitetverkið í Botni ikki kundi klára elektrsitetstørvin í Suðuroy. Ein automatisering var eisini gjørd, so at bæði dieselverkini í Trongisvági og elektrisitetverkið í Botni eru nú fjarstýrd frá verkinum á Oyrunum.

Umsitingarhúsið í Lágabø[rætta | rætta wikitekst]

Stutt eftir at elverkið varð bygt, var farið undir at byggja stóran umsitingarbygning í Lágabø. Har var bústaður hjá virkisleiðaranum og til skrivstovur og goymslurúm, eisini var telefonstøðin har. Fyrsti verkstjóri var Hans H. Hamnæs, síðani K. H. Lystbæk og aðrir. Skrivstovufólk vóru fyrst Petur Dahl við Krosslið, so Sørin Madsen og fleiri onnur. Bókhaldarar vóru Bjarki Hjelm, Hans Andreasen og Anna Elisabeth Strøm.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]