Jump to content

Suðuroyar Sparikassi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Petursplássið við Suðuroyar Sparikassa í Vági, tað læt upp 21. juni 2012. Standmyndin er av Petur Dahl, sum var við til at stovna Suðuroyar Sparikassa í 1943, hann var stjóri har 1944-1980. Kirkjukórið Ljómur syngur.

Suðuroyar Sparikassi er ein banki við høvuðssæti í Vági í Suðuroynni. Suðuroyar Sparikassi er minsti peningastovnur í Føroyum. Suðuroyar Sparikassi hevur í dag tvær deildir: 1 í Vági (høvuðssæti) og 1 í Tórshavn. 17 ársverk vóru í sparikassanum í 2011. Fíggjarjavnin hjá Suðuroyar Sparikassa var 700 mió. kr. við ársenda 2011, harav útlán vóru fyri 478 mió.kr. Søren L. Bruhn er stjóri í Suðuroyar Sparikassa.[1]

Suðuroyar Sparikassi varð stovnaður 20. mars 1943, og fór hann undir virksemi sítt 1. oktober 1943. Oddamaðurin at stovna Suðuroyar Sparikassa var Petur Dahl á Gørðunum. Ætlanin var upprunaliga at fáa ein banka at opna eina deild í Vági, men hetta var av ongum, og tí var avgjørt at stovna ein sparikassa ístaðin. Fyrsti stjórin var Peter Dahl (1911-1996), ið var stjóri frá bankin læt upp í 1943 og til 1980.

Nógvu fyrstu árini var bara deild í Vági, men í 1985 var opnað deild í Porkeri, í 1998 í Tórshavn og í 2006 á Tvøroyri. Deildirnar í Porkeri og Tvøroyri eru tó seinni latnar aftur, so at í dag eru bara deildir í Vági og Tórshavn.

Fram til 2006 var Suðuroyar Sparikassi skipaður sum ein sparikassi, men síðani 2006 hevur hann verið skipaður sum banki ístaðin.[2]

Stjórar í Suðuroyar Sparikassa

[rætta | rætta wikitekst]
Mikkjal Sørensen var stjóri í Suðuroyar Sparikassa 1985-2005.
Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa og Hans Petur Joensen, nevndarformaður í Suðuroyar Sparikassa.

Stjórar í Suðuroyar Sparikassa hava verið:

Stjóri Frá Til
Petur Dahl 1943 1980[3]
Páll Augustinussen og Ásla Joensen[4] 1980 1985
Mikkjal Sørensen 1985 2005
Søren L. Bruhn [5] 2005 -

Nevndin í Suðuroyar Sparikassa P/F er manna við 5 limum. Síðan aðalfundin 30. apríl 2012 hevur nevndin sæð soleiðis út:

  • Hans Petur Joensen, formaður, Útbúgving: HA og HD. Fíggjarleiðari hjá Strandfaraskip Landsins.
  • Gudfinn Olsen, næstformaður, Útbúgving: cand. polyt., Lærari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.
  • Malfriður Danberg, Útbúgving: Bankaútbúgving, Bókhaldari hjá Vágs Timburhandli.
  • Óli Holm, Útbúgving: Fólkaskúlalærari. Fyrrv. varaskúlastjóri í Vágs skúla, stjórí í Sp/f Gjógvará, stjóri í P/F 21. juli 2009, stjóri í Sp/f Suður Farmur.
  • Mannbjørn Tausen, Útbúgving: Roknskaparfólk, Roknskaparleiðari hjá Suðuroyar Sparikassa.

Nevndarformenn

[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "Ársroknskapurin 2011 hjá Suðuroyar Sparikassa". http://ss.fo/myfiles/files/Arsfras%C3%B8gnir/%C3%81rsroknskapurin%202011.pdf. Heintað 2012-08-14. 
  2. "www.ss.fo "Suðuroyar Sparikassi stovnaður"". http://ss.fo/suduroyar+sparikassi+stovnadur.html. Heintað 2012-08-14. 
  3. "SS.fo, Suðuroyar Sparikassi stovnaður". http://www.ss.fo/suduroyar+sparikassi+stovnadur.html. Heintað 2013-12-22. 
  4. Bókin: Suðuroyar Sparikassi - 50 ára minningarrit - Eftir Poul Andreassen, 1993.
  5. www.ss.fo: "Stjórn"

Les eisini

[rætta | rætta wikitekst]

Uttanhýsis slóðir

[rætta | rætta wikitekst]

www.ss.fo Heimasíðan hjá Suðuroyar Sparikassa