Hans Petur Joensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Hans Petur Joensen í 2014

Hans Petur Joensen (skrivast Hans Peter Joensen, føddur 1961 í Havn) er føroyingur, uppvaksin í Havn, búsitandi í Vági. Hann er útbúgvin HA og HD frá Copenhagen Business School og Århus Handelshøjskole. Hann búði í Århus í samband við lesnaðin mitt í 1980-árunum og í Keypmannahavn í 1990-árunum og fyrst í 2000-árunum. Í Keypmannahavn var hann í starvi í umsitingini á Københavns Universitet frá 1992 til 2000, síðan var hann í starvi hjá reiðarafyritøkuni J. Lauritsen til januar 2003, tá hann flutti til Føroya, har hann varð settur sum fíggjarleiðiari á Føroya Gjaldstovu. Hann var í tí starvinum til hann í 2007 fekk starv sum fíggjarleiðari á Strandfaraskipum Landsins. Í januar/februar árið eftir, í 2008, flutti stovnurin úr Havnini til Tvøroyrar.

Málið um Strandferðsluna og manglandi játtan í 2013[rætta | rætta wikitekst]

Hans Petur Joensen gjørdi eitt whistleblow[rætta | rætta wikitekst]

Hans Petur Joensen varð umrøddur í føroysku fjølmiðlunum í desember 2013 og í 2014, tá hann var í starvi sum fíggjarleiðari á Strandfaraskipum Landsins og valdi at fara uttanum stjóran hjá sær, og sendi teldupost beinleiðis til Fíggjarnevnd Løgtingsins hin 15. desember 2013 og boðaði frá, at játtanin til Strandfaraskip Landsins var ov lág og ikki fór at halda, har manglaðu 4,4 millionir í, og at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, vildi ikki biðja um eykajáttan. Dagin eftir, tá ið útvarpið umrøddi málið, bleiv táverandi stjórin, Bogi Mortensen, sjúkrameldaður og nakrar dagar seinni var Hans Johannes á Brúgv settur sum fyribils stjóri. Hesin handaði Hans Peturi eitt ávaringarskriv, av tí at hann hevði sent teldupostin til Fíggjarnevndina. Tann 13. januar 2014 fór Bogi Mortensen frá sum stjóri. Sjey mánaðar seinni, hin 13. august 2014 varð Hans Petur Joensen sendur til hús við hoyringsskrivi um uppsøgn, brævið varð handað av stjóranum, Hilmar Eliasen. Hin 1. oktober 2014 varð fráfaringaravtala gjørd millum Hans Petur Joensen og Strandfaraskip Landsins.

Uppskot um misálit móti Johan Dahl, landsstýrismanni[rætta | rætta wikitekst]

Hin 4. november 2014 løgdu andstøðuflokkarnir á Føroya Løgtingi fram uppskot um misálit móti Johan Dahl, landsstýrismanni. Uppskotið varð felt av samgonguni, tó atkvøddu 3 fólkafloksmenn ikki fyri: Jákup Mikkelsen atkvøddi fyri uppskotinum, Brandur Sandoy og Rodmundur Nielsen atkvøddu blankt, 17 atkvøddu ímóti, 14 fyri og 2 blankar atkvøður. Hans Petur varð í 2014 av føroyskum fjølmiðlum sagdur at vera ein varskógvari, tað sum á enskum eitur whistleblower, av tí at hann boðaði frá um viðurskifti á sínum arbeiðsplássi, ið hann metti vóru ikki í lagi, eftir at boðað varð frá á røttum stað ferð eftir ferð.[1]

Frágreiðing frá Johan Dahl - HPJ spiltur út í frágreiðingini og av løgmanni og samgongutinglimum[rætta | rætta wikitekst]

Undir orðaskiftinum í Løgtinginum 4. november 2014 løgdu løgmaður og fleiri av samgongutinglimunum eftir Strandferðsluni og søgdu, at har var manglandi fíggjarlig stýring á Strandferðsluni
 2013, og at tað ikki passaði at landsstýrismaðurin onki hevði gjørt. Hetta var sagt sum aftursvar til andstøðuna, ið hevði ført fram, at landsstýrismaðurin onki hevði gjørt fyri at minka um hallið á Strandferðsluni og heldur ikki bað um eykajáttan frá Løgtinginum, hóast leiðslan líka síðan ársbyrjan hevði boðað Vinnumálaráðnum frá, at játtanin á 139 milliónir, sum var skerd við 8 milliónum í mun til játtanina 2012, fór ikki at halda, uttan so at sparingar vóru settar í verk. Sambært Hans Petur Joensen noktaði VMR leiðsluni á Strandferðsluni at seta sparingar í verk. Hetta játtaði landsstýrismaðurin eisini í Degi og viku, har hann segði, at hann fekk ikki undirtøku í samgonguni fyri at skerja túratali hjá ferjunum og hann fekk heldur ikki undirtøku fyri, at seta ferðaseðlaprísirnir upp.

Sambandsflokkurin bað um eina frágreiðing frá Johan Dahl, áðrenn uppskotið um misálit móti landsstýrismanninum kom til viðgerðar í Løgtinginum. Í frágreiðingini førdi Johan Dahl fram, at tað var manglandi fíggjarlig stýring á Strandferðsluni
, og so nevndi hann nøkur dømir um tað.[2]

Løgmaður og fleiri av løgtingslimunum úr samgonguni nýttu sum høvuðsargument fyri at forsvara Johan Dahl, at landsstýrismaðurin ikki hevði brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna, av tí at bókhaldið hjá Strandferðsluni ikki var dagført, og at landsstýrismaðurin harvið ikki kundi líta á tølini, ið hann fekk frá stovninum. Leiðslan á Strandferðsluni hevði ikki møgulleika fyri at forsvara seg. Sambært in.fo, fór ein av løgtingslimunum, Joen Magnus Rasmussen út um mark, tá hann nevndi Hans Petur Joensen við navni, og nevndi nøkur viðurskifti ið vóru persónlig og ikki alment og heldur ikki hava verið frammi alment. Hans Petur Joensen skrivaði eitt bræv til løgtingsformannin og Sirið Stenber, forkvinnu í Landsstýrismálanevndini, har hann m.a. segði at:

Hetta er ólógligt, tí hetta er brot á tagnarskyldina. Men tað er eisini groft brot á rættartrygdina hjá landsins borgarum. In.fo skrivaði um málið og skrivar m.a.:

Hann tók mín persón fram á Tingsins røðarapalli og vísti til orsøkina til, at eg skuldi sigast úr starvi sum fíggjarleiðari á Strandferðsluni, sigur Hans Petur Joensen. Heilt orðarætt segði Joen Magnus Rasmussen: ”At Hans Petur Joensen er farin til hús av heilt øðrum orsøkum og ikki er koyrdur til hús av landsstýrismanninum, tað er heilt eitt annað mál".

Hans Petur Joensen sigur, at hann skilir nú, at Joen Magnus Rasmussen hevur fingið innlit í hansara persónsmál á Strandferðsluni og veit, hvat stendur í hoyringsskrivinum um uppsøgn, sum hann fekk frá stjóranum. - Hetta er eitt skriv, sum er latið mær í trúnaði og sum ongantíð hevur fingið virknað, tí eg valdi at gera fráfaringaravtalu áðrenn, sigur Hans Petur Joensen.[3]

Johan Dahl segði tingfólki/tingfólkum frá um persónsmálið hjá HPJ[rætta | rætta wikitekst]

Joen Magnus Rasmussen vildi ikki upplýsa fyri in.fo 7. november 2014, hvar hann hevði upplýsingarnar um persónsmálið hjá Hans Petur Joensen frá, hann segði at hann var harmur um, at hann hevði sagt tað, og at tað var betur ósagt.[4] Sama dag hevði útvarpið hjá Kringvarpinum samrøðu við Joen Magnus Rasmussen, og tá segði hann, at hann hevði hoyrt tað frá Johan Dahl landsstýrismanni. Lansstýrismaðurin átti tó ikki at vita nakað um, hvat ið stóð í hoyringsskrivinum um uppsøgn til Hans Petur Joensen, fyri tað fyrsta tí at talan var um persónsmál, sum er í trúnaði og millum stjóran og starvsfólkið og fyri tað næsta, so kom brævið ongantíð í gildi, tí Hans Petur Joensen varð ikki uppsagdur men fór frá við fráfaringaravtalu í staðin.[5]

Hin 10. november 2014 hevði Kringvarpið samrøðu við Hilmar Eliasen, stjóra á Strandferðsluni. Hilmar játtaði, at hann hevði givið landsstýrismanninum innlit í persónsmálið hjá Hans Petur Joensen. Kvf.fo skrivaði:

"Stjórin á Strandfaraskipum Landsins sigur, at hann hevur greitt Johan Dahl, landstýrismanni í vinnumálum, frá, hvat stendur í hoyringarskrivinum, sum hann hevur givið Hans Peturi Joensen í sambandi við, at hann skuldi koyrast úr starvi sum fíggarligur leiðari á Strandferðsluni. Hann heldur, at tað er náttúrligt at kunna landstýrismannin, tá ein so týdnignarmikil persónur fer frá.

Hans Petur Joensen heldur, at talan er um, at upplýsingar um hann eru latnar fyri at dálka sín persón, og hann kennir seg forfylgdan."

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, vildi ikki gera samrøðu við Kringvarpið, varð sagt í tíðindunum 10. november 2014 á middegi.[6]

Kjak av varskógvaraskipan innan tað almenna[rætta | rætta wikitekst]

Í 2014 varð kjakast um, hvørt tað var relevant at seta á stovn eina varskógvaraskipan í Føroyum, tí at tað hevur víst seg at hava sera stórar avleiðingar fyri fólk, ið boða frá um óreglusemi á sínum arbeiðsplássi. Kringvarp Føroya viðgjørdi evni í sendingini Radarin hin 5. november 2014. Ein av luttakarunum í kjakinum var Kristina Háfoss, sum er løgfrøðingur og løgtingslimur, og sum stutta tíð áðrenn sendingina hevði lagt uppskot fram í Løgtinginum um at seta á stovn eina varskógvaraskipan í Føroyum.[7]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. kvf.fo - Radarin: Tá tað kostar ov nógv at varskógva
  2. in.fo - Niðurstøðan sum bjargaði Johan Dahl, skrivað hevur Eirikur Lindenskov 4. november 2014
  3. in.fo - Følir seg hongdan út alment av løgtingsmanni
  4. in.fo - Hatta eri eg ógvuliga harmur um
  5. in.fo - Følir seg hongdan út alment av løgtingsmanni
  6. kvf.fo - Strandferðslustjórin fortaldi Johan Dahl um skriv
  7. in.fo - Persónligu avleiðingarnar eru ógvusligar. Uppskot verður nú lagt fyri Løgtingið um at verja starvsfólk, sum boða frá óregluligum viðurskiftum á sínum arbeiðsplássi. Skrivað hevur Áki Bertholdsen hin 3. november 2014.