Rodmundur Nielsen
Appearance
Rodmundur Nielsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 22. aug 1966 |
Starv | politikari, vinnulívsfólk |
Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin |
Dátuheiti | |
Commons | Rodmundur Nielsen |
Rodmundur Nielsen (føddur 22. august 1966) er ien føroyskur vinnulívsmaður og politikari (FF).
Hann er stjóri hjá P/F Borg, har hann síðan 2011 eisini er einasti eigari.[1] Hann er formaður í Eysturoyar Vinnulívsfelag.
Rodmundur var borgarstjóri í Runavíkar kommunu 2000–2006 og formaður í Kommunusamskipan Føroya 2005–2006.[2]
Hann var varalimur á Føroya Løgtingi og fekk fast sæti har, tá ið Anfinn Kallsberg fór frá í januar 2011, men gjørdist aftur varalimur, tá ið Annika Olsen fór frá sum landsstýriskvinna í apríl. Frá 14. november 2011 møtir hann aftur fast á Løgtinginum fyri Anniku Olsen, sum gjørdist almannamálaráðharri.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "borg.fo, Um borg". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-08-10. https://web.archive.org/web/20150810071656/http://borg.fo/default.asp?menu=105. Heintað 2014-05-30.
- ↑ ksf.fo, Søga í stuttum, Kommunusamskipan Føroya[deyð leinkja]