Poul Andreasen
Poul Andreasen er føddur í Vági 5. juni 1947. Gekk í skúla í heimbygdini og tók realprógv í 1964. Hann var til skips eitt skifti, arbeiddi í Íslandi eina tíð, fór so til Havnar á studentaskúla og tók prógv í 1968. Aftan á lokið studentsprógv fór hann til Danmarkar at lesa løgfrøði, tók 1. part í 1970, gavst so við lesnaðinum og fór heim aftur til Føroya. Var til skips í nøkur ár, fór so í 1978 á Niels Brockhandilsskúlan og tók prógv har í 1979. Heimafturkomin hevur hann verið vikarur í Hesti og í Koltri. Poul hevur stóran áhuga fyri søguligum evnum. Poul hevur verið ritstjóri Varðans síðani 1987.[1]
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Poul hevur áhuga fyri siðsøgu og persón- og lokalsøgu. Hann hevur skrivað bøkurnar:
- „Úr Vágs søgu“ í 1977.
- „Garðahandilin 125 ár“ í 1985.
- „Johanna TG 326“ í 1988.
- „Suðuroyar Sparikassi 50 ára minnisrit“ í 1993.
- „Elektrisitetverkið í Botni, elektrisitet í 75 ár“ í 1996.
- „Vágs kommuna 1873-1929“ í 2000.
- „Vágs kommuna 1930-1972“ í 2003.
Hann hevur ritstjórnað (sjálvur og saman við øðrum) bløðum við lokalsøguligum innihaldi:
- „Blaðið hjá Vágs sóknar fornminnissavni“ í 1994.
- „Tórshavn – meir enn ein høvuðsstaður“ í 1995.
- „Aldamót – blaðið hjá Nýggjársnevndini í Vági“ í 1999.
- „Suðuroyar kirkjubók 1745-1816“. Bókin kom út í 1998.
Í 1989 skrivaði og ritstjórnaði hann saman við øðrum bøkurnar:
- „Føroya Fólkaháskúli 1899-1989“.
- „Ítróttasamband Føroya 50 ár“.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Rit.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-07-03. https://web.archive.org/web/20160703144918/http://www.rit.fo/members_blogg/default.asp?from=memberlist&memberid=1307. Heintað 2011-05-10.