VB

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Vágs Bóltfelag)
Jump to navigation Jump to search
Vágs Bóltfelag
Navn Vágs Bóltfelag
Kelinavn VB
Stovnað 1905
Leikvøllir Vágshøll
Rúmd 500
Formaður Føroyar Vigdis Nolsøe
Høvuðsvenjari Danmark Claus Rasmussen
Liga Elektron Kappingin
2012 3
Heimavøllur
Útivøllur
VB kvinnurnar gjørdust nummar tvey í Steypakappingini í 2012 og 2013. Hetta er beint eftir finaluna móti Neistanum í februar 2013. Bára Krosslá Mortensen og venjararnir mangla á myndini.
VB kvinnur í Sunsetdeildini í dysti móti Neistanum, mars 2011.
VB - VÍF í november 2011. VB vann henda dystin 33-16.
VB - Neistin dreingir 16 ár í desember 2011. VB vann henda dystin 22-18.
VB og Stjørnan í steypafinaluni Coca-Cola Cup 2012. Stjørnan vann 27-23.

VB, Vágs Bóltfelag varð stovnað í 5. juni 1905 í Vági. Felagið hevur verið bæði fótbóltsfelag og hondbóltsfelag. Eitt skifti í 1980'unum og 90'unum var eisini eitt flogbóltsfelag sum nýtti navnið VB. Badminton hevur eisini verið íðkað við navninum VB. Einasta ítróttargrein sum í dag brúkar navnið VB er hondbólturin. VB er sostatt eitt hondbóltsfelag í Suðuroynni. VB hevur havt eitt lið við í bestu deildini hjá kvinnum í mong ár.

VB kvinnur í Sunsetdeildini 2012/13[rætta | rætta wikitekst]

Plássini í talvuni niðanfyri eru bert vegleiðandi.

NR. NAVN LAND PLÁSS
2 Rannvá Augustinussen  Føroyar Vongur
3 Una Nolsøe  Føroyar Vinstri vongur
4 Bjarta Hergeirsdóttir  Føroyar Strika
5 Una Egilsdóttir  Føroyar Bakkur mitt fyri
6 Bára Krosslá Mortensen  Føroyar Strika
7 Rúna Midjord Jacobsen  Føroyar Høgri vongur
8 Gurið Mortensen  Føroyar Vinstri bakkur
9 Tamara Seja Radic  Serbia Miðja
10 Helga Eyðunsdóttir Kjærbo  Føroyar Vinstri vongur
11 Marijana Trebojevic  Serbia Miðja
12 Beinta Ludvig Gudmundsson  Føroyar Málmaður
14 Birita Hermansdóttir Olsen  Føroyar Vinstri vongur
15 Laila Midjord Jespersen  Føroyar Strika
17 Christina Holm  Føroyar Strika
18 Andrea Nielsen  Føroyar Høgri bakkur
22 Guðrun í Lágabø  Føroyar Málmaður

Fótbóltsfelagið eitur nú FC Suðuroy[rætta | rætta wikitekst]

VB fótbóltur er ikki til longur. Felagið broytti navn nakrar ferðir í samband við samanlegging við Sumbiar Ítróttarfelag. Í 1995 nevndist felagsliðið Sumba/VB. Tað samstarvið vardi bert eitt ár, so fóru tey sundur aftur. Men 10 ár seinni løgdu VB og Sumbiar Ítróttarfelag aftur saman. Fótbóltsfelagið kom tá at eita VB/Sumba árini 2005-2009. Sumba var eitt fótbóltsfelag úr Sumba, sum varð stovnað í 1949. VB og Sumba hava sum nevnt lagt liðini saman til eitt felagslið sum nevndist VB/Sumba fram til 31. desember 2009. Frá 1. januar 2010 skiftið felagsliðið hjá VB/Sumba navn til FC Suðuroy. FC Suðuroy spældi í bestu deildini, Effodeildini, í 2010 og 2012, í 2013 og 2014 hevur felagið leikt í næstbestu deildini. Kvinnurnar hjá FC Suðuroy spæla heldur ikki í bestu deildini í løtuni (2014).

VB Føroyameistari í fótbólti[rætta | rætta wikitekst]

VB hevur einaferð vunnið føroyameistarheitið í fótbólti, tað var í 2000.

VB føroyameistari í hondbólti[rætta | rætta wikitekst]

Kvinnuliðið hjá VB hondbólti hevur tríggjar ferðir verið føroyameistari:[1]

  • 1950
  • 2003
  • 2005

VB steypavinnari í hondbólti[rætta | rætta wikitekst]

VB kvinnurnar hava tvær ferðir vunnið steypakappingina í hondbólti:[1]

  • 1993
  • 2003

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. hsf.fo

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið