Jump to content

Christianskirkjan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Christianskirkjan
Altartalvan er 7 m høg. Frímerki frá 1996

Christianskirkjan er fólkakirkjan í Klaksvík og verður av mongum mett at vera av snøggastu bygningsverkum í Føroyum. Christianskirkjan varð vígd 7. juli 1963[1], tá hon kom ístaðin fyri gomlu kirkjuna í Klaksvík. Í dag eru tað Hanus á Gørðum og Marjun Lómaklett, ið eru prestar við Christianskirkjuna í Klaksvík.

Altartalvan

[rætta | rætta wikitekst]

Tað er danski kirkjulistamaðurin Joakim Skovgaard (1856-1933), sum í 1901 málaði altartalvuna í Christianskirkjuni. Ætlanin var upprunaliga, at altartalvan skuldi nýtast í dómkirkjuni í Viborg, men orsakað av slevji í kálkinum varð altartalvan tikin niður í 1910. Seinni varð altartalvan flutt til Christianskirkjuna í Klaksvík, har hon framvegis verður nýtt sum altartalva.

Byggisnið

[rætta | rætta wikitekst]

Í føroyskum høpi má Christianskirkjan sigast at vera ein serstakur bygningur, tá hugsað verður um byggisniðið. Kirkjan sjálv er bygd við føroyskum gróti, nakað ið gevur kirkjuni føroyskan samleika. Tað er eyðkent fyri tíðina, ið kirkjan er bygd í, at fólk leitaðu aftur til upprunaligu mentanarligu byggisiðirnar, tá bygningar vóru bygdir.

Christianskirkjan víkir frá mongum øðrum føroyskum kirkjum, tá hugsað verður um byggisniðið. Kirkjan hevur einki torn, soleiðis sum mangar aðrar føroyskar kirkjur hava. Seinni hevur kirkjan tó fingið torn, men tornið stendur á grasvøllinum við síðuna av kirkjuni.

Inni í kirkjuni eru svalar báðumegin í tveimum hæddum. Opið er upp í tróðrið, og tað ger, at ljóðgóðskan í kirkjuni verður framúr.

Doypifunturin

[rætta | rætta wikitekst]

Doypifunturin í Christianskirkjuni er gjørdur úr granitti, og hevur áður verið nýttur sum heiðin offurskál. Sigast kann um doypifuntin, at hann er umleið 4000 ára gamalur, og varð funnin í falnari kirkjutoft í Norðursælandi. Tað er danska Tjóðarsavnið (Nationalmuseet), ið hevur latið Christianskirkjuni doypifuntin.

Peter Koch teknaði urguna í Christianskirkjuni í Klaksvík. Urgan varð bygd í 1974, og tað var virkið Jensen og Thomsen, ið stóð fyri arbeiðinum. Tilsamans hevur urgan 29 stemmur.

Áttamannafarið

[rætta | rætta wikitekst]

Uppi í tróðrinum í Christianskirkjuni hongur eitt føroyskt áttamannafar. Talan er um "modell" av síðsta bátinum, ið varð bygdur til prestagarðin í Ónagerði á Viðareiði, sum vard nýtt sum prestbátur áður í tíðini. Í 1912 varð báturin seldur til Fugloyar. Áttamannafarið var til útróðrar tiltikna óveðursdagin í 1913, tá skarðsbáturin fórst. Allir teir vaksnu menninir í bygdini fórust. Kvinnurnar og børnini fluttu síðani í bygdini, har síðani eingin hevur búð. Tann báturin sum hongur í Christianskirkjuni er tó ikki í materiale júst tann sami sum vard bygdur til prestagardin í Ónagerdi. Bátasmidurin Jógvan Glerfoss, sáli, úr Mikladali, bygdi 8-mannafarid heilt av nýggjum, tó eins í stødd o.a. sum hann ádur var.

Minningartalvurnar

[rætta | rætta wikitekst]

Í Christianskirkjuni hanga tvær minningartalvur. Ein teirra sigur frá, at kirkjan er vígd minninum um føroysku fiskimenninar, ið sjólótust undir seinna heimsbardaga.

Á hinari talvuni stendur, at kirkjan er bygd til minnis um danska kongin Christian X.

  1. Grein á Klaksvik.fo: "Altartalvan í Christianskirkjuni verður nú høvuðsumvæld", sí niðast[deyð leinkja]