Gerðar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Gerðar er býlingur í Klaksvík, uppi við Borðoyarvík. Bóndahúsini í Gerðum fórust tvær ferðir av skalvalopi, 12. mars, á grækarismessu, í 1745, tá 9 fólk doyðu, og aftur á grækarismessu í 1765, tá 20 fólk doyðu. Seinnu ferðina vórðu húsini ikki bygd aftur á sama stað men flutt longur oman í bøin.

Í 1945 - á 200 ára degnum eftir fyrra skalvalopið - varð minnisvarði settur á staðið, har bóndahúsini upprunaliga stóðu, til minnis um teirra, sum lótu lív í skalvalopunum báðum. Á minnisvarðanum stendur:

Til minnis
um skalvalopini oman úr Gerðalið
á grækarismessu 1745 og 1765
Sjá frágreiðing á Vártingi
og í kirkjubók
Ættarmenn settu steinin
12. mars 1945