Harry Belafonte

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Harry Belafonte í 2011.
Harry Belafonte í 1964, saman við svenska konginum, Gustav VI Adolf og Martin Luther King Jr..

Harry Belafonte (føddur sum Harold George Bellanfanti jr. hin 1. mars 1927 í Harlem, New York City, deyður 25. apríl 2023 í Manhattan, New York City) var ein jamaikansk-amerikanskur sangari, sjónleikari og stríðsmaður fyri borgararættindum.[1][2][3]

Hann er sum tónleikari serliga kendur fyri sangin "Day-O" um bananbátin (The Banana Boat Song) frá 1956. Útgávan hjá honum, "Calypso" verður hildið at vera tann fyrsta hjá einum støkum listafólki til at verða seld í meira enn í einari milliónum eintøkum.[4] Tilsamans gav hann 30 plátur og fløgur úr, umframt átta konsertupptøkur.[5]

Í 1960 fekk hann eina stjørnu á Hollywood Walk of Fame.[3]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]

Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana