Frédéric Chopin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Chopin

Frédéric François Chopin (pólskt: Fryderyk Franciszek Chopin eisini stavað Szopen) (føddur 1. mars 1810 í Żelazowa Wola, deyður 17. oktober 1849 í París) var ein pólskur komponistur og klaverleikari. Hann verður mettur sum ein av mest týðandi tónasmiðjununum frá tíðarskeiðnum ið verður nevnt Romantikkin. Chopin varð føddur í Żelazowa Wola, sum er ein bygd í Hertugadøminum Warszawa. Hann vaks upp í Warszawa, har hann eisini fekk tónlistaliga útbúgving. Hann náddi at komponera nógv verk fyri klaver, áðrenn hann í 1830 sum 20 ára gamal flutti úr Póllandi stutta tíð áðrenn Novemberkollveltingina.

Chopin búsettist í París eins og nógv onnur pólsk flóttafólk. Tey næstu 19 árini helt hann bert umleið 30 almennar konsertir. Honum dámdi best at spæla á smáum støðum og heima í íbúðini. Í París starvaðist hann sum komponistur og klaverlærari. Eftir at hann hevði havt fleiri kærleiksforhold við ymiskar pólskar kvinnur, helt hann saman við tí fronsku Armandine Dupin árini 1837-47, hon var rithøvundur og brúkti dulnevni ”George Sand”, tá hon skrivaði. Meginpartin av lívinum hevði Chopin trupulleikar við heilsuni, hann andaðist í París í 1849 bert 39 ára gamal.

Verk[rætta | rætta wikitekst]

  • 59 mazurkair
  • 27 etudir (12 etudir opus 10, 12 etudir opus 25 og trýggjar uttan opusnummar)
  • 27 præludium
  • 21 nocturnir
  • 20 valsar
  • 18 polonesur
  • 5 rondoir
  • 4 balladur
  • 4 impromptuir
  • 4 scherzoir
  • 4 søvn av variasjónum, m.a. Souvenir de Paganini
  • 3 écossaisir
  • 3 klaversonatir
  • 2 konsertir fyri klaver og orkestur (opus 11 og 21)

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið