LinkFA-star.png Henda greinin er úrvalsgrein

Jóan Símun Edmundsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Jóan Símun Edmundsson
FIFA WC-qualification 2014 - Austria vs Faroe Islands 2013-03-22 - Jóan Símun Edmundsson 01.JPG
Persónlig kunning
Fult navnJóan Símun Edmundsson
Føðingardagur (1991-07-26) 26. juli 1991 (aldur 29)
FøðistaðurToftir, Føroyar
Hædd1,84 m (6 ft 12 in)
PlássMiðvallaleikari/álopsleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
Odense Boldklub
Nummar7
Ungdómsyrkisleið
B68
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
2008–2010B6849(10)
2010Newcastle United (lán)0(0)
2010–2012Newcastle United0(0)
2011Gateshead (lán)5(1)
2012–2013Viking8(0)
2012Fredericia (lán)8(0)
2014AB9(2)
2014-2015HB11(6)
2015Vejle Boldklub26(10)
2016-2018Odense Boldklub27(7)
2018-Arminia Bielefeld47(10)
Landslið
2006-2007Føroyar U179(0)
2008Føroyar U193(0)
2009–2012Føroyar U219(3)
2009–Føroyar60(7)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 29. september 2020.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 11. oktober 2020

Jóan Símun Edmundsson (føddur 26. juli 1991, uppvaksin á Toftum) er ein føroyskur fótbóltsleikari, álopsleikari, ið spælir við týska Bundesliga-felagnum Arminia Bielefeld og føroyska fótbóltslandsliðnum.

Fótbóltsyrkisleið[rætta | rætta wikitekst]

Yrkisleið í feløgum[rætta | rætta wikitekst]

Jóan Símun byrjaði sína fótbóltsyrkisleið í B68. Í desember 2009 varð hann útlæntur til enska felagið Newcastle United.[1] Hann skrivaði undir sáttmála við felagið í juni 2010.[2] Hann spældi sín fyrsta dyst fyri Newcastle í einum vinadysti móti Norwich City hin 25. juli 2010.[3] Hin 7. januar 2011 spældi hann við Gateshead, ið lænti hann í 28 dagar.[4] Hann spældi sín fyrsta dysti fyri Gateshead 8. januar 2011 móti Kidderminster Harriers.[5] Jóans Símun skoraði sítt fyrsta mál fyri Gateshead hin 15. januar 2011 í FA Trophy í einum 6–0 sigri móti Hampton & Richmond Borough.[6]

Jóan Símun Edmundsson skrivaði undir sáttmála við norska felagið Viking hin 15. februar 2012.[7] Sama árið lænti Viking hann út til danska felagið FC Fredericia. Hann spældi 8 dystir fyri Viking og 8 fyri Fredericia. Í 2014 flutti hann heimaftur til Føroya eina tíð, har hann fyrst spældi við AB og síðan við HB. Eftir tað skrivaði hann undir ein 2 ára sáttmála við danska felagið Vejle Boldklub, ið tá spældi í næstbestu deildini í Danmark, 1. deild.[8]

Hin 28. november 2015 skoraði hann eitt mál, ið ítróttaviðmerkjarar hjá sjónvarpsrásini TV3+ nevndu aldarinnar mál og samanbóru hann við Lionel Messi, George Best og Diego Maradona. Í einum 1-3 tapi móti Silkeborg IF í donsku 1. deild rak hann fleiri miðvallaleikarar av, og síðan rak hann framvið verjuleikarar inn í 16-meturin, har hann hegnisliga setti bóltin í málið. Í desember 2015 vann hann kappingina hjá TV3+ um Ársins mál í kapping móti eitt nú Neymar og Messi.

Í januar 2016 skrivaði hann undir ein 2½ ára sáttmála við danska Superligafelagið OB.[9]

Yrkisleið sum landsliðsleikari[rætta | rætta wikitekst]

Hin 14. november 2014 skapti hann stórtíðindi og yvirskriftir um alt Evropa og kring heimin,[10][11] tá ið hann skeyt bóltin í málið á útivølli í kvalifiseringsdysti móti Grikkalandi á Karaiskakis Stadion í Pireus. Føroyar vunnu dystin 1-0.

Fótbóltshagtøl[rætta | rætta wikitekst]

Feløg[rætta | rætta wikitekst]

Dagført hin 19. desember 2019[12][13]
Dystir og mál eftir felag, sesong og kapping
Felag Sesong Landskapping Steypakapping Annað Tilsamans
Deild Dst Mál Dst Mál Dst Mál Dst Mál
B68 Toftir 2008 Effodeildin 23 4 1 0 0 0 24 4
2009 25 6 1 0 0 0 26 6
2010 0 0 0 0 0 0 0 0
Tilsamans 48 10 2 0 0 0 50 10
Newcastle United (lán) 2009–10 Championship 0 0 0 0 0 0
Newcastle United 2010–11 Premier League 0 0 0 0 0 0
Gateshead (lán) 2010–11 Conference Premier 5 0 0 0 1[a] 1 6 1
Viking 2012 Tippeligaen 2 0 1 0 0 0 3 0
Fredericia (lán) 2012–13 1. division 8 0 0 0 8 0
Viking 2013 Tippeligaen 6 0 1 1 0 0 7 1
AB 2014 Effodeildin 9 2 0 0 0 0 9 2
HB 2015 Effodeildin 11 6 0 0 4[b] 1 15 7
Vejle 2014–15 1. division 12 3 0 0 12 3
2015–16 14 7 0 0 14 7
Tilsamans 26 10 2 0 0 0 26 10
OB 2015–16 Superliga 5 0 0 0 0 0 5 0
2016–17 29 9 1 0 0 0 30 9
2017–18 24 2 2 0 0 0 26 2
Tilsamans 58 11 3 0 0 0 61 11
Arminia Bielefeld 2018–19 2. Bundesliga 24 4 1 0 0 0 25 4
2019–20 22 5 1 0 0 0 23 5
2020–21 Bundesliga 1 1 0 0 0 0 1 1
Tilsamans 47 10 2 0 0 0 49 10
Karrieran tilsamsns 219 49 9 1 5 2 233 52
  1. Dystir í FA Trophy
  2. Dystir í Champions League

Landslið[rætta | rætta wikitekst]

Dagført hin 27. september 2019
Landsliðsdystir og mál
Landslið Ár Dystir Mál
Føroyar 2009 1 0
2010 8 1
2011 4 0
2012 4 0
2013 9 0
2014 5 2
2015 5 1
2016 5 2
2017 5 0
2018 6 1
2019 6 0
Í alt 57 7
Altjóða mál
Mál og úrslit hjá Føroyum verða víst fyrst.
# Dagur Vøllur Mótstøðulið Mál Úrslit Kapping
1 11. august 2010 A. Le Coq Arena, Tallinn, Estland  Estland 1–0 1–2 Euro 2012 kvalifisering
2 1. mars 2014 Victoria Stadium, Gibraltar  Gibraltar 1–1 4–1 Vinadystur
3 14. november 2014 Karaiskakis Stadion, Piraeus  Grikkaland 1–0 1–0 Euro 2016 kvalifisering
4 4. september 2015 Tórsvøllur, Tórshavn  Norðurírland 1–1 1–3
5 28. mars 2016 Estadio Municipal de Marbella, Marbella, Spania  Liktinstein
2–0
3–2
Vinadystur
6 7. oktober 2016 Skonto Stadion, Riga, Letland  Lettland
2–0
2–0
Kvalifikatión til HM í fótbólti 2018
7. 7. september 2018 Tórsvøllur, Tórshavn  Malta
1–0
3–1
UEFA Nations League 2018-19

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið