Premier League
Land | Ongland |
---|---|
Onnur feløg úr | Wales |
Konfederatión | UEFA |
Stovnað | 20. februar 1992 |
Tal av liðum | 20 (frá1995-96) |
Stig á pyramidu | 1 |
Niðurflyting til | Football League Championship |
Steypakap. heima |
FA Cup FA Community Shield |
League cup(s) | League Cup |
Altjóða steyp |
UEFA Champions League UEFA Europa League |
Núverandi meistarar |
Leicester City (2015-16) |
Flest meistaraheiti |
Manchester United (13 tittlar) |
Sjónvarps samstarvspartnar |
Sky Sports & BT Sport (live dystir) Sky Sports & BBC (hæddarpunkt) |
Heimasíða | PremierLeague.com |
![]() |
Premier League er tann hægsta deildin, Meistaradeildin, í enskum fótbólti. Av sponsor-ávum er almenna heitið á ensku meistaradeildini "Barclays Premiership" ella "Barclays Premier League". Tjúgu lið spæla í Premier League, hvørt lið møtir hinum liðunum tvær ferðir í einum fótbóltsári: einaferð á heimavølli og einaferð á útivølli, tvs. at liðini spæla 38 dystir hvør. Tá allir dystirnir eru leiktir og fótbóltsárið er komið at enda, er tað liðið sum hevur fingið flest stig vunnið kappingina, og samstundis flyta trý tey niðastu liðini niður í næstbestu deildina, sum nevnist Football League Championship ella bara The Championship.
Deildin varð stovnað 20. februar 1992. Áðrenn tað nevndist besta fótbóltsdeildin hjá monnum í Onglandi Football League First Division, henda varð stovnað í 1888.
Premier League er vælumtókt ikki bara í Onglandi og Stóra Bretlandi sum heild, men kring allan heimin. Premier League er tann fótbóltsdeildin í heiminum, ið hevur flestar sjónvarpshyggjarar. Dystirnir verða vístir í 212 londum til 643 milliónir heim, har umleið 4,7 milliardir hyggjarar hava møguleika at síggja dystirnir í sjónvarpi.
Síðan 1888 hava 23 feløg vunnið enska meistaraheitið. Av teimum 45 feløgunum, ið hava spælt við í Premier League, síðan henda deildin byrjaði í 1992, hava fimm feløg vunnið meistaraheitið: Manchester United (13), Arsenal (3), Chelsea (3), Blackburn Rovers (1) og Manchester City (1). Verandi meistarar eru Manchester United, sum hava vunnið heitið í 2012–13 sesongini.
Innihaldsyvirlit
Vinnarar[rætta | rætta wikitekst]
Toppskorarar[rætta | rætta wikitekst]
Fyri hvørja sesong[rætta | rætta wikitekst]
Sesong | Toppskorari, felag | Mál |
---|---|---|
1992-93* | Teddy Sheringham, Tottenham Hotspur | 22 |
1993-94* | Andy Cole, Newcastle United | 34 |
1994-95* | Alan Shearer, Blackburn Rovers | 34 |
1995-96 | Alan Shearer, Blackburn Rovers | 31 |
1996-97 | Alan Shearer, Newcastle United | 25 |
1997-98 | Chris Sutton, Blackburn Rovers Dion Dublin, Coventry City Michael Owen, Liverpool |
18 |
1998-99 | Jimmy Floyd Hasselbaink, Leeds United Michael Owen, Liverpool Dwight Yorke, Manchester United |
18 |
1999-2000 | Kevin Phillips, Sunderland | 30 |
2000-01 | Jimmy Floyd Hasselbaink, Chelsea | 23 |
2001-02 | Thierry Henry, Arsenal | 24 |
2002-03 | Ruud van Nistelrooy, Manchester United | 25 |
2003-04 | Thierry Henry, Arsenal | 30 |
2004-05 | Thierry Henry, Arsenal | 25 |
2005-06 | Thierry Henry, Arsenal | 27 |
2006/07 | Didier Drogba, Chelsea | 19 |
2007/08 | Cristiano Ronaldo, Manchester United | 31 |
2008/09 | Nicolas Anelka, Chelsea | 19 |
2009/10 | Didier Drogba, Chelsea | 29 |
2010/11 | Dimitar Berbatov, Manchester United Carlos Tevez, Manchester City |
21 |
2011/12 | Robin van Persie, Arsenal | 30 |
2012/13 | Robin van Persie, Manchester United | 26 |
2013/2014 | Luis Suarez, Liverpool | 31 |
2014/2015 | Sergio Agüero, Manchester City | 26 |
* Í trimum teimum fyrstu Premier League-sesongunum (1992-93, 1993-94, 1994-95) vóru tað 22 feløg, og hvørt felag spældi 42 dystir. Síðan tá hava tað verið 20 feløg og harvið 38 spældir dystir. |
Í alt[rætta | rætta wikitekst]
Dagført 13. januar 2013:
Pláss | Leikari | Mál |
---|---|---|
1 | ![]() |
260 |
2 | ![]() |
187 |
3 | ![]() |
175 |
4 | ![]() |
162 |
5 | ![]() |
157 |
6 | ![]() |
151 |
7 | ![]() |
149 |
![]() |
149 | |
9 | ![]() |
147 |
10 | ![]() |
127 |
Kursiv skrift merkir leikarar, sum enn spæla profesjonellan fótbólt.
Feit skrift merkir leikarar, sum enn spæla í Premier League.
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]