Erling Haaland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Erling Haaland í 2023.

Erling Braut Haaland (føddur Håland; 21. juli 2000 í Leeds í Onglandi) er norskur fótbóltsleikari (álopsleikari), ið spælir fyri enska fótbóltsfelagið Manchester City síðan 2022 og á norska landsliðnum síðan 2019.[1][2] Hann hevur áður spælt við fótbóltsfelagnum í Noregi, Eysturríki og Týsklandi.

Hann spældi frá 2017 til 2018 fyri norska felagið Molde, 2018–2019 spældi hann fyri eysturríkska felagið Red Bull Salzburg og 2020–2022 fyri týska felagið Borussia Dortmund.[3][4]

Síðan 1. juli 2022 spælir hann við enska Premier League liðnum Manchester City.[3]

Í 2022-23 sesongini av Premier League vann Erling Haaland heiðurin Ársins leikari og harafturat gjørdist hann toppskjútti við flestum málum.[5]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]