Hull City A.F.C.
| Fult navn | Hull City Association Football Club |
|---|---|
| Kelinavn | The Tigers |
| Stovnað | 1904 |
| Stadium | MKM Stadium |
| Stadium capacity | 25,586 |
| Eigari | Acun Medya |
| Venjari | Tim Walter |
| Deild | EFL Championship |
Hull City Association Football Club er eitt enskt yrkis fótbóltsfelag, heimahoyrandi í býnum Kingston upon Hull. Liðið kappast í næstovastu deildini, EFL Championship. Heimadystir felagsins vera leiktir á MKM Stadium, eftir at felagið flutti úr Boothferry Park. Siðbundnu litir felagsins eru svart og rav litur, oftast í strípum. Har av kemur eyknevni felagsins "The Tigers" (Tikararnir). Størstu lokalu kappingarneytarnir hjá Hull City eru Grimsby Town og Scunthorpe United.
Felagið var sett á stovn í 1904 og var innlima í The Football League árið eftir. Tað spældi í 2. deild fram til 1930 tá felagið flutti niður. Hull vunnu meistaraheiti í Third Division North í 1932-33, men fluttu aftur niður trý ár seinni. Í 1948-49 vann felagið seg uppaftur í 2. deild undir leiðslu av Rich Carter. Á hesum sinni megnaði Hull City at halda seg uppi í sjey ár.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíðan: hullcitytigers.com Archived 2021-05-10 at the Wayback Machine
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Sky Bet League One, efl.com