Wayne Rooney

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Wayne Rooney

Rooney spælir fyri Ongland á UEFA Euro 2012
Persónlig kunning
Fult navnWayne Mark Rooney[1]
Føðingardagur (1985-10-24) 24. oktober 1985 (aldur 38)
FøðistaðurCroxteth, Liverpool, Ongland
Hædd176 cm (5 ft 9 in)[2]
PlássÁlopsleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
Manchester United
Nummar10
Ungdómsyrkisleið
Copplehouse Boys
1996–2002Everton
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
2002–2004Everton67(15)
2004–Manchester United340(170)
Landslið
2000–2001Ongland U154(2)
2001–2002Ongland U1712(7)
2002–2003Ongland U191(0)
2003–Ongland103(47)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 23. mai 2015.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 31. mars 2015
Wayne Rooney

Wayne Mark Rooney (føddur 24. oktober 1985) er ein enskur fótbóltsleikari, sum spælir sum álopsleikari fyri enska Premier League felagið Manchester United F.C. og fyri enska landsliðið. Hann spældi sín fyrsta A-landsdyst fyri Ongland í 2003, og setti tá met sum yngsti spælari nakrantíð, ið hevði spælt á enska A-landsliðnum.[3] Hetta metið er síðan tikið av Theo Walcott. Hann er yngsti málskjýtti hjá Onglandi yvirhøvur. Hann spældi við í EM í fótbólti í 2004 og skoraði tá fýra mál og gjørdist eitt skifti yngsti málskjýttin í kappingini. Rooney spældi við til HM 2006 og HM 2010, og verður av nógvum mettur at vera besti enski fótbóltsleikarin. Hann hevur vunnið heiðurin sum Ársins fótbóltsspælari í Onglandi tvær ferðir, í 2008 og 2009. Í mars 2013 hevur hann vunnið 81 millumtjóðadystir og skorað 35 mál, hetta ger at hann er fimt besti málskjútti hjá Onglandi yvirhøvur. Nýggju ára gamal fór Rooney at spæla við Everton, og har spældi hann fyri fyrstu ferð sum professionellur fótbóltsleikari í 2002.

Rooney spældi við Everton til hann á sumri 2004 bleiv keyptur av Manchester United F.C. fyri 25,6 milliónir £. Sama árið fekk hann kelinavnið "Wazza". Síðan tá hevur United við Rooney á liðnum vunnið enska meistaraheitið fimm ferðir, UEFA Champions League 2007–08 og tvær steypakappingar. Harumframt hevur hann tvær ferðir fingið silvur í Champions League og tvær ferðir í Premier League. Í apríl 2012 skoraði Rooney sítt 180. mál, sum gjørdi hann til fjórð mest skorandi leikara hjá United yvirhøvur.[4]

Millumtjóða mál[rætta | rætta wikitekst]

Ongland fótbóltslandsliðið
Ár Dystir Mál
2003 9 3
2004 11 6
2005 8 2
2006 8 1
2007 4 2
2008 8 5
2009 9 6
2010 11 1
2011 5 2
2012 5 4
2013 3 3
Total 81 35

Hagtølini eru dagførd eftir dystin, sum varð spældur 26. mars 2013[5]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Premier League clubs submit squad lists" (PDF). Premier League. 2 February 2012. p. 23. http://www.premierleague.com/content/dam/premierleague/site-content/News/publications/squad-lists/squad-lists-february-2012.pdf. Heintað 2 February 2012. 
  2. "Wayne Rooney". Manchester United. http://www.manutd.com/en/Players-And-Staff/First-Team/Wayne-Rooney.aspx?section=Quote. Heintað 7 July 2011. 
  3. News.BBC.co.uk
  4. Goal.com
  5. "Wayne Rooney International". National-Football-Teams.com. http://www.national-football-teams.com/v2/player.php?id=2189. Heintað 7 October 2011. 


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið