Manuel Pellegrini
Appearance

Manuel Luis Pellegrini Ripamonti (føddur 16. september 1953 í Santiago í Kili) er kilenskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari.
Hann spældi fyri kilenska felagið Universidad de Chile frá 1973 til 1986 og gjørdist venjari hjá felagnum í 1988. Síðan tá hevur hann verið venjari hjá fleiri ymiskum liðum, millum annað høvuðsvenjari hjá Real Madrid (2009-10) og enska Premier League liðinum Manchester City (2013-14). Í løtuni (2021) er hann høvuðsvenjari hjá spanska felagnum Real Betis.[1]
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Manuel Pellegrini, transfermarkt.com
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Manuel Pellegrini will be Real Betis head coach next season". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2021-01-28. https://web.archive.org/web/20210128041407/https://en.realbetisbalompie.es/news/latest_news/manuel-pellegrini-will-be-real-betis-head-coach-next-season-24403.