Jump to content

Tofta Ítróttarfelag

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá B68 Toftir)
B68
Navn Tofta Ítróttarfelag, B68
Kelinavn Reyðu Pantararnir (óalment)
Stovnað 21. desember 1962
Leikvøllir Svangaskarð
Rúmd 6.000
Formaður Føroyar Ian D. Jacobsen
Høvuðsvenjari Føroyar Jákup á Borg
Liga Betrideildin
2024 8.-plass
Heimasíða http://www.b68.fo
Heimavøllur
Útivøllur
B68 kempar her fyri at yvirliva í bestu deildini. Teir manglaðu bert eitt mál. Sjálvt málmaðurin fór fram og royndi at skora.
B68 leikarar í 2012
B68 móti FC Suðuroy í dysti í bestu deildini vesturi á Eiðinum í Vági 2010.

B68 (Fult navn: Tofta Ítróttarfelag) er fótbóltsfelagið á Toftum. Felagið varð stovnað 21. desember 1962.

Fyrstu 8 árini spældi felagið í meðaldeildini, sum næstbesta deildin tá nevndist. Í 1976 varð føroyska fótbóltskappingin umskipað, og í tíðarskeiðnum 1976-1980 spældi B68 framvegis í næstbestu deildini, sum tá nevndist 2. deild. Í 1980 vann felagið 2. deild, og flutti upp í 1. deild.

Fyrstu ferð felagið royndi seg í bestu deildini var sostatt í 1981, og har spældu teir í samfull 24 ár til 2004, tá teir fluttu niður.

Í 2005 vunnu teir næstbestu deildina, men fluttu beinleiðis niður aftur í 2006. Í 2007 vunnu teir aftur næstbestu deildina, og spældu í bestu deildini frá 2008 til 2012, tá teir fluttu niður aftur. Í 2014 og í 2016 vóru teir aftur í bestu deildini, men endaðu aftast bæði árini. Í 2020 flutti liðið upp aftur og hava síðani 2021 verið í bestu deildini, sum nú verður rópt Betrideildin.

Í 1984 vann B68 sítt fyrsta føroyameistaraheiti í 1. deild hjá monnum, og árið eftir endurtóku teir hetta bragd. Seinast felagið vann bestu deildina var í 1992.

Føroyameistarar

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1984
  • 1985
  • 1992

B68 í Europa

[rætta | rætta wikitekst]
Ár Kapping Umfar Mótstøðulið Úrslit
1993/94 Champions League Q Croatia Zagreb 0-5, 0-6
1996 Intertoto Cup 1 Linzer ASK 0-4
1996 Intertoto Cup 1 Werder Bremen 0-2
1996 Intertoto Cup 1 Djurgården IF 1-5
2001 Intertoto Cup 1 Sporting Lokeren 2-4, 0-0
2002 Intertoto Cup 1 FC St. Gallen 1-5, 0-6
2004-05 UEFA Cup 1Q FK Ventspils 0-3, 0-8
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið