Napoleon Bonaparte

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Napoleon
Keisarin Napoleon á skrivstovu síni í Tuileries, eftir Jacques-Louis David, 1812
Frakkakeisari
1. stjórnarskeið 18. mai 1804 – 11. apríl 1814
Krýning 2. desember 1804
Undanfólk Embæti stovnað
Napoleon var áður Fyrsti konsulur av franska lýðveldinum (1799–1804)
Eftirfólk Embæti niðurlagt
Louis XVIII (Bourbon Restoration)
2. stjórnarskeið 20. mars1815 – 22. juni 1815
Undanmaður Embæti endurreist
Ludvig 18.
Eftirmaður Embæti niðurlagt
Ludvig 18. (Endurreisingin í Fraklandi)
Kongur í Italia
Stjórnarskeið 17. mars 1805 – 11. apríl 1814
Krýning 26. mai 1805
Undanmaður Karl 5. (Kongur í 1556)
Napoleon var fyrr Forseti í Italienska lýðveldinum (1802–1805)
Eftirmaður Victor Emmanuel II (Kongur í 1861)
Ríkisfyristøðumaður av Rínsamgonguni
Stjórnarskeið 6 August 1806 –
4 November 1813
Undanmaður Frans II (Hevði emæti við somu tign sum Týsk-rómverskur keisarin)
Eftirmaður Frans I (Fekk sama embæti sum forsetin í Týska samveldinum)
Fødd/ur (1769-08-15)15. august 1769
Ajaccio, Korsika, Frakland
Deyð/ur 5. mai 1821(1821-05-05) (aldur 51)
Longwood, Saint Helena
Jarðað/ur Les Invalides, Paris, Frakland
Hjúnafelagi Joséphine de Beauharnais
Marie Louise av Eysturríki
Børn Napoleon II
Fult navn
Napoleon Bonaparte
Hús Bonaparte
Faðir Carlo Buonaparte
Móðir Letizia Ramolino
Átrúnaður Rómverks katólskur[1] – (sí Brotið um átrúna)
Undirskrift

Napoléon Bonaparte (15. august 17695. mai 1821) var ein franskur generalur og keisari 18051815.

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Nabulione Buonaparte varð føddur í Ajaccio á oynni Korsika, ið nýliga var blivin franskt hjáland. Hann var næstelsti sonur Carlo Buonaparte (17461785) og Maria Letizia Ramolino (17501836), sum fingu í alt 8 frísk børn. Hóast bæði foreldrini vóru aðalsfólk, vóru tey ikki rík, tey máttu arbeiða hart fyri at breyðføða børn síni.

Í 1778 bleiv 9 ára gamli Nabullione sendur í ein hernaðarskúla í Norðurfraklandi fyri at læra at tosa rætt franskt, men hann lærdi aldrin rættuliga at tosa og skriva franskt. Hóast hann ikki dugdi so væl franskt, kláraði hann seg væl í skúlanum, hann var serstakliða góður til søgu og støddfrøði. Lærararnir góvu honum franska navnið Napoleón Bonaparte í staðin fyri í teirra eygum bygdasliga italska navnið Nabullione Buonaparte.

Tá Napoléon í 1784 var blivin 15 ár, bleiv hann fluttur til tað kongliga hernaðarakademiið í Paris, har hann hevði avgjørt at blíva offiserur í franska herinum. Napoléon las nógva hernaðarsøgu, og hann sá upp til sínar hetjur, ið vóru Aleksandur Mikli, Karlamagnus, Hannibal og Julius Cæsar. Hesir fýra herførararnir vóru heimsins størstu herførarar, og Napoléon føldi, at hann fór at blíva størri enn hesir nevndu herførarar.

Hann bleiv lærdur á einum hernaðarskúla og fekk skjótt hægri rang, og í 1796 bleiv hann leiðari av tí franska herinum í Italia, har hann fekk Eysturríki og teira sameindu til at gera eina friðaravtalu. Í 1798 hertók Napoleon Ottomansk stýrda Egyptaland í eini roynd í at forða tí bretsku handilsrutuni við India. Hann var strandaður, tá ið skip hansara vóru løgt í oyði av onglendinum í stríðnum um Nilánna.

Harumframt fóru Eysturríki og Russland í samstarv við tær bretsku oyggjarnar. Napolion fór aftur til París har í stjórnin var í neyð. Í einum kvetti varð hann útnevndur til generalkonsul í 1799, og bert tvey á aftan á bleiv hann útnevdur konsul restina av lívstíð hansara. Tvey ár seinni gjørdist hann keisari og stovnaði Banka Fraklands og setti katólsku trúnna sum tjóðartrúgv.

Í 1800 vann hann á Eysturríki við Marengo. Hann fekk sum avtalað eina friðaravtalu, ið førdi til frið í Evropa. Í 1803 fór Bretland í kríggj við Frakland, og aftur seinni vann hann saman við Russlandi og Eysturríki móti Bretland í skipsbardaga við Trafalgar í 1805, so Napoleon avgjørdi ikki at gera landgongd í Bretlandi. Síðan vendi hann sær móti eystur-russisku herdeildunum, og vann móti teimum við Austerlitz seinni sama ár. Hann vann nógv land og eisini innliman í Proysia, ið førdi til at hann eftir øllum at døma fekk valdi á øllum Evropa. Tað heilaga rómverska ríki var deilt, og tað førdi til at Holland og Vesturfalia vóru stovnaði. Tey næstu árini seti Napoleon familiulimir og annað fólk hann hevði álit á at stýra í Hollandi, Vesturfalia, Italia, Spania, Svøríki og Napoli.

Í 1810 gifti hann seg við Josephine de Beauharnais. Tey fingu eingi børn og blivu skild. Hann gifti seg uppaftur við Marie-Louise av Eysturríki, dóttir eysturíkska kongin, við tí vón at fáa ein arving. Eitt ár seinni fekk Napoleon ein son, Napoléon-François-Joseph-Charles Bonaparte (1811-1832).

Napoleon í apríl 1814.

Í tí penisulara kríginum í byrjaði í 1808, tapti Frakland og teir blivu við í fimm ár. Hetta drenaði tann franska hernaðarliga pengakassan. Og í 1812 tá ið hann invaderaði Russland ið endaði við einari afturtøku. Tað byrjaði at ganga hin vegin og í mars 1814 blev Paris tikin. Tann 11. apríl varð Napoleon noyddur at skriva undir semjuskjal um at lata trónuna sum franskur keisari frá sær og at liva í útlegd á miðjarðarhavsoynni Elba. Seint í apríl 1814 flutti Napoleon í útlegd á oynni Elba, men longu í mars 1815 rýmdi hann og fór at Paris aftur.

Slagaði við Waterloo stegaði hansara stuttu aðru roynd eftir øllum Evropa tann 18 juni. Bretar tóku hann til fanga á oynni St Helena, har hann doyði 5. mei í 1821.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. E. Hales, "Napoleon and the Pope", (London:1962) pg 114
  • Lindqvist, Herman: Napoleon. Jyllands-postens forlag 2005

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Bøkur[rætta | rætta wikitekst]

  • Lindqvist, Herman: Napoleon. Jyllands-postens forlag 2005
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið