Jump to content

Hannibal

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hannibal (247–183/181 f.Kr.) var ein puniskur herførari úr Karthago. Hann er einamest kendur fyri at leiða her sín, við stríðsfílum, upp um Alpurnar í eini roynd at hertaka Rom. Síðani deyða hansara hevur hann verið virdur sum ein av bestu herførarum í søguni.

Uppvøkstur

[rætta | rætta wikitekst]

Hannibal var sonur kartaska leiðaran Hamilcar Barca. Hann hevði fleiri systrar og tveir beiggjar, Hasdrubal og Mago. Eftir at Karthago hevði tapt tað 1. puniska kríggið fór Hamilcar í holt við at leggja tað Iberisku hálvoynna undir seg. Tað var á hesum herferðunum, at Hamilcar tók tann unga Hannibal við sær. Tað sigst, at ímeðan Hannibal var í Spania, lovaði hann pápa sínum altíð at hata Rom.

Hamilcar doyði í bardaga um ár 228 f.Kr., og Hasdrubal, svágur Hannibals, gjørdist nýggjur herovasti. Tá Hasdrubal varð dripin sjey ár seinni, bleiv Hannibal nýggjur herførari einans 26 ára gamal.

Puniska kríggið

[rætta | rætta wikitekst]
Hannibal og hansara menn fara um Alpurnar.

Stutt eftir at Hannibal var vorðin herførari, gjørdi Rómverjaríkið eina samansvørjing við spanska býin Saguntum. Hetta sá Hannibal sum brot á eina friðaravtalu, sum Rom og Karthago høvdu um hetta mundi, og legði tí býin í oyði. Eftir hetta kunngjørdu rómverjar kríggj, og so byrjaði annað puniska kríggið .

Hannibal førdi um várið 218 f.Kr. herdeildir sínar úr Spania, upp um Alpurnar, og kom til Italia í desember. Áðrenn Hannibal fór upp um Alpurnar, hevði hann 52.000 hermenn undir sær. Ferðin var ikki løtt og tá hann var komin til Italia, hevði hann bara 24 000 hermenn og nakrar heilt fáar fílar eftir.

Komin til Italia, fekk hann fleiri uppreistrarsinnaðar italiumenn við í sín part. Ímóti rómverjum vann hann tríggjar stórar sigrar, og at enda var eingin herur ímillum hann og Rom. Hann helt tó ikki, at tað var ráðiligt at gera eina roynd at hertaka býin.

Illa kroystir sendu rómverjar herdeildir til Afrika, og Hannibal varð noyddur at fara heim aftur. Komin heim tapti hann sín fyrsta bardaga og var noyddur at yvirgeva seg.

Harðar treytir vóru givnar Karthago. Hon misti øll økir í Spania og skuldi harumframt gjalda eitt stórt krígsendurgjald.

Eftir kríggið

[rætta | rætta wikitekst]

Eftir kríggið gjørdist Hannibal politikari og Karthago fór aftur at blóma. Sjey ár eftir kriggið kravdu rómverjar at Hannibal yvurgav seg, og hetta gjørdi, at hann fór í útlegd, og var tað restina av sínum lívið. Eftir at hann var farin úr heimbýnum stuðlaði hann, millum øðrum, Efesus og Bithynia í teirra stríði við Rómverjaríkið.

Um ár 183/181 f.Kr. fingu rómverjar frænir av at Hannibal fjaldi seg í Libyssa. Tá teir vóru um at fáa hendur á honum, eitraði hann seg sjálvan fyri ikki at fella í rómverskar hendur. Áðrenn hann doyði, skrivaði hann á eitt papír: "Lat okkum lætta ta byrðuna, rómverjar so longi hava borið, síðani teir ikki hava tol at bíða til ein gamal maður doyr".

Hann var millum 64 og 66 ára gamal, tá hann doyði.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið