Bókmentir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Old book bindings.jpg

Bókmentir er felagsheitið fyri skriva tilfar av ymiskum slag. Vit skilja ímillum tvey høvuðssløg av bókmentum: Fagrar bókmentir og Yrkisbókmentir. Fagrar bókmentir er tað sum á donskum eitur Skønlitteratur, tað er fiktivur skaldskapur, tvs. at rithøvundurin kann sjálvur finna uppá eina søgu ella yrking, hann ella hon nýtist ikki at halds seg til veruleikan. Fagrar bókmentir kunnu býtust upp í:

Yrkisbókmentir er bókmentir sum viðgerða veruligar hendingar, t.d. søgubøkur, siðsøguligar bøkur, lívsævisøgur, endurminningar, bygdasøgur osfr.

Man kann tosa um bókmentir sum eru útkomnar í bók, men sjálvt um t.d. yrking ella stuttsøga ikki er útkomin í bók men bara í til dømis einum tiðindablaði, so er talan álíkavæl um bókmentir. Í Føroyum eru bókmentir ikki so gamlar. Men føroysku kvæðini, sum ikki blivu skrivaði niður fyrr enn einaferð í 1800-árunum eru nógv eldri enn tað, og tað eru bókmentir, sjálvt um tað var munnlig siðvenja fyrstu tíðina. Tað sama er galdandi fyri sagnir og ævintýr bæði úr Føroyum og øðrum londum, at her var talan ofta fyrst um munnliga siðvenju, har fólk fortaldu hvør øðrum søgur ella sungu fyri hvørjum øðrum út frá minninum. Seinni eru hesi fest niður á pappír og givin út í bók. Annars eru skrivaðar bókmentir er gomul siðvenja í eitt nú Grikkalandi. Homer yrkti Ilionskvæði og Kvæði um Oddysseus, sum var Trojanska kríggið. Hildið verður, at kvæðini eru yrkt umleið 12. ella 11. øld fyri Kristi føðing.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]