Skaldsøga

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Ein skaldsøga er ein longri, íspunnin frágreiðing innan fagrar bókmentir, sum í okkara døgum sum oftast verður útgivin sum ein bók. Ein skaldsøga kann eisini gevast út í bløðum ella tíðarritum í pørtum. Hetta var til dømis vanligt í Stóra Bretlandi í 1800-talinum, og tann stóri enski rithøvundurin Charles Dickens útgav tær flestu av skaldsøgum sínum á henda hátt. Nú á døgum kemur tað eisini fyri, at skaldsøgur verða útgivnar á internetinum.

Sum oftast snýt ein skaldsøga seg um lív og lagnu hjá menniskjum. Á enskum eitur skaldsøga novel. Á øðrum norðurlendskum málum (donskum, norskum, svenskum) verður skaldsøgan nevnd roman, tað orðið kemur frá romanz, sum í miðøldini var tað orðið sum í franskttalandi økjum merkti, tað málið ið verður tosað av "rómarum", tvs. latínska málið. Orðið fekk síðan annan týdning og fór at verða tað orðið ið segði nakað um eitt ávíst slag av søgum, sum antin vóru týddar úr latínska málinum til fólkamálið (tvs. franskt ella provensalskt) - ella var skrivað á fólkamálinum eftir fornum rómverskari fyrimynd. Fyrstu ferð at orðið roman kemur fyri í fronskum, er í heitinum Roman de Brut, sum er ein týðing frá 1155 av einari enskari krøniku. Tann teksturin, ið verður roknað sum tann fyrsta skaldsøgan í evropeiskum bókmentum er tó Don Quijote hjá Miguel de Cervantes.

Í 1800-talinum mennir skaldsøgan seg til at gerast tann best dámda sjangran innan bókmentir, og frá síðst í 1800-talinum hava fleiri rithøvundar ført skaldsøgusjangruna á nýggja leið, soleiðis sum hon helt fram við at gera undir moderniskmuni: Fjodor Dostojevskij, Knut Hamsun, Marcel Proust, Franz Kafka, James Joyce, Virginia Woolf og Robert Musil.

Fyrsta skaldsøgan á føroyskum máli kom út í 1909, tað var Bábelstornið, ið Regin í Líð skrivaði.

Føroyska orðið skaldsøga líkist nógv íslendska orðinum fyri tað sama: skáldsaga. Føroyska orðið er samansett av orðinum skald og søga.

Tað eru fleiri ymisk sløg av skaldsøgum, t.d. krimiskaldsøgur, kærleiksskaldsøgur, søgulig skaldsøga, menningarskaldsøgan, riddaraskaldsøgan, framtíðarskaldsøga (Science fiction), bræv- og dagbókskaldsøga osfr.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]