James Joyce
James Augustine Aloysius Joyce (2. februar 1882 í Rathgar, Dublin – 13. januar 1941 í Zürich) var ein írskur rithøvundur og yrkjari.
Joyce er ein av teimum mest týðandi rithøvundunum í 20. øld. Hann er føddur í Dublin sum tann elsti av 10 børnum, ið yvirlivdu barndómin, í einari katólskari familju, sum at byrja við kláraði seg rímuliga væl, men sum seinni kom illa fyri peningaliga. Sum seks-ára gamal kom hann á kostskúla hjá jesuittunum. Hann gekk á Belvedere College í Dublin frá 1893 til 1897. Sum 16-ára gamal tók hann frástøðu frá katólsku trúnni. Í 1898 byrjaði hann at lesa á University College í Dublin, hann læs enskt, franskt, italskt og filosofi. Í 1903 fór hann til París har hann eftir ætlan skuldi lesa medisin og náttúruvísundi, men tað gjørdi hann ikki so nógv burturúr. Eftir nakrar mánaðir í París, noyddist hann heim aftur til Dublin, tí mamman var sjúk av krabbameini. Tað stuttu tíðina hann var í París settu tó síni spor, tað var har at hann lærdi um symbolistiskar og realistiskar bókmentir. Hann var so heima nakrir mánaðir eftir at mamma doyði, og forvann sær pening við at arbeiða sum ummælari, privatlærari og sangari, samstundis sum hann drakk illa. Hin 16. juni 1904 møtti hann fyri fyrstuferð Nora Barnackle, sum hann seinni giftist við (1931). Joyce skrivaði henda dagin inn í bókmentasøguna við at lata handlingina í Ulysses fara fram júst henda dagin (sum nú verður nevndur Bloomsday eftir høvuðspersóninum Leopold Bloom). Eftir stuttari tíð fóru tey bæði úr Írlandi, fyri bert at koma aftur at vitja av og á. Tey búðu fyri tað mesta í Trieste, París og Zürich. Tað fyrstu tíðina starvaðist Joyce fyrst og fremst sum mállærari, fyri at kunna klára seg peningaliga, hann undirvísti bæði á Berlitz-skúlum og privat, men hann bleiv eisini kendur fyri síni góðu evnir til at læna pening. Seinni gjørdist hann bundin av at fáa peningaliga stuðul, og tað var serliga tann enski bókaútgevarin Harriet Shaw Weaver sum syrgdi fyri, at hann kundi savna seg fullkomiliga um at skriva.
Fyrsta útgáva hansara kom í 1900. Tað var eitt essay um sjónleikin hjá Henrik Ibsen Når vi døde vågner. Samstundis byrjaði hann at skriva yrkingar. Hann brúkti ein serligan frágreiðingar teknikk við flótandi røðum við ein sjálvan.
Kendasta verkið hjá James Joyces, Ulysses, var útgivin á hansara 40-ára føðingardegi, hin 2. februar 1922. Tað er ein parafrasa yvir Homers Odysse; bókin byggir á fleiri av sera persónligum upplivingum hjá Joyce, sum hann letur høvuðspersónin Bloom uppliva í Dublin. Av tí at teir sum tryktu bøkur og teir ið ummældu bøkur mettu partar av verkinum at vera pornografiskt, so var tað undirtrykt í Onglandi. Í USA forðaði postverkið útbreiðsluna av bókini við báli og brandi.
Franska týðingin kom út í februar 1929.
Hin 6. desember 1933 fríkendi dómarin John H. Woolsey Ulysses fyri at vera pornografiska, og longu í februar 1934 varð verkið útgivið í New York.
Ulysses er eitt høvuðsverk innan modernistiskar bókmentir, og við Finnegans Wake heldur James Joyce fram við sínum málsligu royndum í uppaftur størri mun enn fyrr.
Tá Joyce doyði í 1941 var næstan blindur orsakað av einari eygnasjúku.
Útgivið
[rætta | rætta wikitekst]- Stephen Hero (skrivað 1904–6, útgivið 1944)
- Chamber Music (yrkingar, 1907)
- Giacomo Joyce (skrivað 1907, útgivið 1968)
- Dubliners (stuttsøgur) (1914)
- A Portrait of the Artist as a Young Man (1916)
- Exiles (sjónleikur, 1918)
- Ulysses (1922)
- Pomes Penyeach (yrkingar, 1927)
- Collected Poems (yrkingar, 1936)
- Finnegans Wake (1939).
- Giacomo Joyce (yrkingar, 1968)
- James Joyce’s Letters to Sylvia Beach, 1921-1940 (1987)
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]