Rasmus Rasmussen (Regin í Líð)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Regin í Líð)
Far til: navigatión, leita
Rasmus Rasmussen
Rasmus Rasmussen.jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 13. aug 1871 í/á Miðvágur
Andaðist 5. okt 1962 í/á Tórshavn
Starv plantufrøðingur, rithøvundur, høvundur
Mál Danskt mál
Dátuheiti
VIAF 17657379
LCAuth n92036633
Commons Rasmus Rasmussen (1871)

Rasmus Rasmussen (skaldanavn Regin í Líð), vanliga nevndur Rasmus á Háskúlanum (13. august 1871 í Miðvági - 5. oktober 1962 í Tórshavn) útgav fyrstu føroysku skaldsøguna Bábelstornið. Hann var sjálvlærdur lærari, setti saman við Símuni av Skarði Føroya Fólkaháskúla á stovn í 1899. Skrivaði bæði yrkisbøkur undir egnum navni, t.d. "Føroya floru", eins og fagurbókmentir, t.d. fyrstu skaldsøguna og fyrsta stuttsøgusavnið á føroyskum undir dulnevninum "Regin í Líð". Hann var eisini í mong ár løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

Føroya Fólkaháskúli: Rasmus Rasmussen v. og Símun av Skarði h.
  • 1909 - Bábelstornið kom út sum bók (áðrenn í Tingakrossi 1908-1909)
  • 1910 – Plantulæra
  • 1912 – Glámlýsi
  • 1922–1923 – Voluspá, yvirsett
  • 1928 – Høvdingar hittast
  • 1936 – Føroya Flora
  • 1942 – Tvær fornsøgur
  • 1943 – Tvær skaldsøgur
  • 1945 – Fornmálasagnir og fornmálaljóð
  • 1945 – Hávamál, yvirsett
  • 1946 – Gróðrarnýtsla fyrr
  • 1949 – Sær er siður á landi, endurminnngar
  • 1950 – Føroysk Plantunøvn
  • 1951 – Yvirlit yvir Føroya søgu
  • 1952 – Gróður og gróðrarvánir
  • 2001 – Rakul – og aðrar søgur

Kelda[rætta | rætta wikitekst]