Miguel de Cervantes

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Miguel de Cervantes

Miguel de Cervantes Saavedra (føddur 29. september 1547 i Alcalá de Henares, deyður 23. apríl 1616 í Madrid) var ein spanskur rithøvundur. Hann skrivaði bæði skaldsøgur, sjónleikir og yrkingar. Kendastur er hann fyri skaldsøguna Don Quijote (ella Don Quixote).

Áðrenn Cervantes gjørdist rithøvundur, luttók hann í tí kristnu armadaðini móti turkum og varð særdur í bardaganum við Lepanto. Eftir tað var hann trælur í fimm ár hjá maurarunum í Alger. Seinni arbeiddi hann sum matvøruhandilsmaður fyri tann spanska herskipaflotan og ferðaðist tí runt í Spania. Seinni gjørdist hann skattauppkrevjari og rithøvundur.

Miguel de Cervantes Saavedra varð føddur sum tað fjórða barnið av sjey í einari fátakari aðalfamilju í Alcalá de Henares. Foreldur hansara vóru Rodrigo de Cervantes (1509-1585), kirurgur, og Leonor de Cortinas (1520-1593).

Tann ungi Cervantes las gudfrøði á universitetunum í Salamanca og Madrid.