Hanus Debes Joensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Hans Debes Joensen betri kendur sum Hanus Debes Joensen (føddur 27. november 1913 á Tvøroyri, deyður í 1995) var ein føroyskur lækni og rithøvundur. Hann var landslækni í Føroyum frá 1949 til 1979.

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Hann var føddur á Tvøroyri, har foreldur hansara vóru lærarar. Hann tók preliminerprógv í 1929 og studentsprógv á Rungsted studentaskúla í 1932. Hann tók læknaprógv í 1939 og læknaembætisprógv í 1942. Hann røkti læknastarv í Norðurstremoy búsitandi í Vestmanna til 1949, tá ið hann gjørdist landslækni og flutti til Havnar; landslæknastarvið røkti hann til 1979.

Frá 1949 til 1979 var hann landslækni í Føroyum. Árini 1962-80 var hann skúlalækni í Havn, og frá 1951 undirvísti hann í læknakunnleika á Sjómansskúlanum. Somuleiðis undirvísti hann í fleiri ár á Maskinskúlanum og á Sjúkrasystraskúlanum. Frá 1941-1960 var hann formaður í Listafelag Føroya.

Umframt dagliga starv sítt sum landslækni og lærari legði hann nógva orku í at byggja upp ein hægri lærustovn í Føroyum. Saman við m.ø. Jóannes Rasmusen, Sverra Dahl, Karsten Hoydal og R.K. Rasmussen tók hann í 1952 stig til at stovna Føroya Fróðskaparfelag og at geva út vísindatíðarritið Fróðskaparrit.

Í kjalarvørrinum frá hesum arbeiði varð lóg um Fróðskaparsetur Føroya samtykt 6. mai 1965.[1]

Hann var formaður í Føroya Fróðskaparfelag 1952-74 og næstformaður 1974-77, næstformaður í Fróðskaparseturráðnum 1956-74 og formaður 1974-77, harumframt í ritstjórnini fyri Fróðskaparriti 25-ára-skeiðið 1952-77. Hann var leingi formaður í Listafelag Føroya.[2]

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

  • 1954 - Studier over brysternæringens udbredelse og betydning belyst pá et materiale af 4948 spædbørn født i ægteskab i Holbæk amt i árene 1939-42
  • 1957 – Mannakroppurin
  • 1969 - Alisfrøði
  • 1970 – Føroyskt orðatilfar II

Týðingar[rætta | rætta wikitekst]

  • Eystanduni, við týðingum úr kinversku T'ang tíðini.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Familja[rætta | rætta wikitekst]

Hanus var sonur Thorvald Joensen, yvirlærara (deyður 1960) og Marionnu f. Jacobsen (deyð 1955); Hann var giftur tvær ferðir, 1. ferð 30. november 1940 við Louise J., f. 25/4 1911 í Kaldbak (fingu hjúnaskinað fleiri ár seinni), hon var dóttir kongsbóndan Zacharias Vang (deyður 1942) og Maren f. Mohr; Seinnu ferð hann bleiv giftur var tann 20. november 1967, tá hann giftist Ester Agnete J., f. 26. mai 1917, hon var donsk, dóttir proprietær Jens L A Bonke (deyður 1954) og Kate f. Lorentzen (deyð 1920).[3] Hann er faðir Tórður Jóansson, Høgna Debes Joensen og Marionnu Debes Dahl (fødd Joensen).

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Planet.fo, Gamli landslæknin heiðraður á 100 ára degnum
  2. Snar.fo
  3. Hans Debes rosekamp.dk