Jump to content

Hjalmar P. Petersen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hjalmar Páll Petersen (føddur í 1962 í Sandavági) er føroyskur málfrøðingur, ið m.a. hevur útgivið "Føroysk mállæra". Í 2020 fekk hann Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.[1]

Yrkisleið

[rætta | rætta wikitekst]

Vardi dr. phil. ritgerðina við heitinum Gender Assignment in Modern Faroese við universitetið í Hamburg í 2008. Útgivin í 2009.[2]. P. Conzett (review) - har tað sæst, at viðkomandi, PG, ikki hevur lisið (ella fatað) tað, sum Petersen skrivar um, nær hvat verður aktiverað.

Millum útgávur hansara eru

  • Føroysk mállæra
    • 1. Kyn, orðmyndan og bending.[3]
    • 2. Grunddrøg í føroyskari syntaks.[4][5]
    • 3. Ljóðlæra[6]
  • The Dynamics of Faroese-Danish Language Contact.[7]

Eisini hevur hann skrivað ymiskar greinar um føroyskt, sum eru prentaðar í ymiskum tíðarritum.[8]

Hann var høvuðsritstjóri á Danskari-føroyskari orðabók, sum kom í 1995.

Heiðurslønir

[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]