Jóhan Hendrik Winther Poulsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Johan Hendrik Winther Poulsen (føddur 20. juni 1934 í Sumba) er ein føroyskur málfrøðingur. Jóhan Hendrik Winther Poulsen er víða gitin fyri at vera professari í norðurlendskum, og serliga føroyskum máli á Fróðskaparsetri Føroya. Hann var við til at savna tilfar til føroysku orðabókina, millum annað við at hava sendingina Orðabókin, har fólk kundu skriva inn orð, ið tey nýttu til føroysku orðabókina, og er tí ofta róptur Orðabókin.

Familja hansara[rætta | rætta wikitekst]

Sum lítil búði Jóhan Hendrik í Skopun saman við foreldrunum, Kristionnu (fødd Mikkelsen, av Tvøroyri) og Niels Winther Poulsen, og yngru brøðrunum Mortani og Halgir. Hann giftist við Birnu Sjúrðardóttir Patursson í 1964 í Havnar Kirkju. Tey eiga børnini Hjørt, Hjørdis, Teit og Ingibjørg. Í dag búgva Jóhan Hendrik og Birna í Kirkjubø, har tey hava búð síðan í 1969. Jóhan Hendrik súkklaði eisini nógv, onkuntíð hevur hann verið í Íslandi á súkklu, og gjøgnum Ongland, Týskland, Frakland og Danmørk við soninum Teiti. Hann súkklaði til arbeiðis hvønn morgun á sínum heldur ungu døgum og svam nógv í sjónum.

Lestrar- og arbeiðstíð hansara[rætta | rætta wikitekst]

Barnaárini gekk Jóhan Hendrik í skúla í Skopun. Seinni, í 1948, fór hann til Havnar í skúla, og fekk studentsprógv í 1952. Síðani fór hann á lærda háskúlan í Keypmannahavn, har hann las latín og enskt, og fór síðan í staðin at lesa norrøna málfrøði. Hann tók mag.art. prógv í 1966. Hann las á lærda háskúlanum í Reykjavík í 1960-62, og eftir ta próvtøkuna arbeiddi hann í Keypmannahavn á Árnasavni, við ta norrønu orðabókina. Í 1967-68 fluttu hann og Birna til Illinois í USA við børnunum, Hjørdis og Teiti, at arbeiða sum lærari í fornnorrønum og norðurlendskum málum á lærdum háskúla í Illinois. Síðani seinni í 1968 arbeiddi hann leysløntur á Føroyamálsdeildini, har hann í 1972 varð settur í starv sum deildarstjóri og seinni bleiv lektari. Tað var í 1986, at Jóhan Hendrik varð tilnevndur professari í norðurlendskum, serliga føroyskum máli á Fróðskaparsetri Føroyra, av Atla Dam, løgmanni. 1. september 1997 loysti hann við umsókn úr starvi við eftirløn.

Bøkur[rætta | rætta wikitekst]

Í 1969 fór Jóhan Hendrik undir eina sending, nevnd Orðabókin. Tað var fyri at samla inn orð, ið lítið var vitað um. Henda útvarpssending var væl umtókt, og nógv sendu inn nógv orð við postinum. Tað mesta av hesum tilfari var við í føroyska orðabók, ið hann var aðalstjóri á. Hon kom út 24.juli í 1998. Eisini hjálpti hann Christian Matras við útgávuni av føroyskari-danskari orðabók, ið kom út í 1961 í 2. útgávu.

Bókin Mál í mæti er eitt greinasavn eftir sjálvum Jóhan Hendrik. Hon varð útgivin í sambandi við 70 ára føðingardag hansara, 20.juni 2004. Soleiðis varð sagt um heitið á bókini: “Mál í mæti er valt sum heiti á hesi bók við tí í huga, at Jóhan Hendrik nýtir og viðger móðurmálið við virðing og sóma – bæði í talu og skrift – hann gongur á odda og stimbrar onnur at fjálga um tað, tí hjartamál hansara er av sonnum málið.” Ritstjórar á bókini vóru Anfinnur Johansen og Hans Joensen.

Bókin Orðabókin er ein bók við samrøðunum úr útvarpssendingini, ið eisini var nevnd Orðabókin. Hon kom út 20.juni 2009 í samband við 75 ára føðingardag hansara.

Mest kendu nýyrði, hann er komin við[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • Jóhan Hendrik Winther Poulsen, samrøða við Bergtóru Jensdóttir
  • "Mál í Mæti" og
  • "Orðabókin"