Katrina Østerø

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Katrina á Trøllanesi Østerø (fødd 16. august 1897) var ein føroyskur rithøvundur av Trøllanesi. Hon var loysingarsinnað og limur í Fólkaflokkinum.[1] Hon var bert 6 ára gomul, tá hon misti mammuna, og bert 12 ára gomul, tá hon misti pápan. Eftir tað var hon nógv á Húsum. Á sumri 1927 lærdi hon veving á Føroya Fólkaháskúla. Árið eftir gekk hon á skúla í Danmark, har hon lærdi "kunstflid" í Keypmannahavn. Í 1929-30 var hon hondarbeiðslærarinna á Føroya Fólkaháskúla, og í 1931 gekk hon á vevskúla í Oslo. Eftir tað hevur hon búð í Havn, á Eiði, í Mikladali og so aftur á Trøllanesi.[2]

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

  • Plantuliting, Føroyskt Heimavirki, 1972

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Utoyggj.fo". http://www.utoyggj.fo/pages/list-av-utoyggj.php. Heintað 2013-10-23. 
  2. Snar.fo, Katrina Østerø á Trøllanesi (1897-)