Robert Joensen
Appearance
Robert Joensen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 28. aug 1912 í/á Klaksvík |
Andaðist | 19. mai 1997 í/á Klaksvík |
Alma mater | Aarhus Universitet, Københavns Universitet |
Starv | Norwegian public servant, politikari, høvundur, yrkjari, ethnologist |
Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin |
Mál | danskt mál |
Dátuheiti | |
ISNI | 000000003972551X |
VIAF | 1657083 |
LCAuth | n91120866 |
Robert Joensen (28. august 1912 í Klaksvík - 19. mai 1997) var kommunuskrivari í Klaksvík, fólkalívsfrøðingur og heiðursdoktari á Fróðskaparsetrinum í 1990. Átjan ára gamal leitaði hann sær til Danmarkar, har hann tók preliminerprógv og seinni studentsprógv. Hann tók so upp guðfrøðislestur fyrst á lærda háskúlanum í Árhus og seinni í Keypmannahavn, men hann var staddur heima, tá 2. heimsbardagi brast á og skipasambandið Danmarkar og Føroya millum varð kvett -tá ið kríggið var av, hevði Joensen fingið starv sum skrivari hjá Klaksvíkar kommunu, fimm ár vóru liðin, og hann tók ikki gudfrøðislesturin upp aftur.
Robert hevur havt mong álitisstørv, m.a. sat hann á løgtingi umboðandi Fólkaflokkin 1943-1945.
Bøkur
[rætta | rætta wikitekst]- 1942 – Klaksvíkar bygd í søgu.
- 1946 – Útróður 1845–1945.
- 1958 – Royvið.
- 1959 – Bøleiðin.
- 1960 – Greivabitin.
- 1961 – Glaða og brenna vita.
- 1962 – Grindaboð í Havn.
- 1968 – Býta seyð og fletta.
- 1972 – Vambarkonan.
- 1974 – Høgtíðir og veitsluhald á vetri.
- 1979 – Fåreavl på Færøerne.
- 1979 – Minnismyndir og søgubrot 1.
- 1981 – Forn føroysk boðsending.
- 1983 – Ymiskt um seyð og av seyði.
- 1986 – Knassar eru tit.
- 1989 – Glaðingarstøð í Føroyum.
- 1990 – Minnismyndir og søgubrot 2.
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 1968 - Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.