Lív Maria Róadóttir Jæger

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Lív Maria Róadóttir Jæger (fødd 1981) er føroyskur rithøvundur og yrkjari. Hon er útbúgvin mag. art. í heimspeki frá universitetinum í Keypmannahavn.[1][2]

Yrkingar[rætta | rætta wikitekst]

Hon gav í 2014 LP-platuna 'Mítt navn við hondskrift' út, ein verkætlan, sum umfataði upplestur, tónleik og myndlist. Árið eftir kom yrkingasavnið 'Hvít sól' út.[3][4]

Í august mánaði í 2020 kom annað yrkingasavnið hjá henni út, við heitinum 'Eg skrivi á vátt pappír'. Fyri hesa bókina fekk hon í oktober mánaði hetta árið Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.[5][6]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Tekstir, útgivnir í Vencili[rætta | rætta wikitekst]

  • Sjey stuttprosatekstir (stuttprosa). Nr. 14/2013, s. 25-31.
  • Fimm stuttprosatekstir (stuttprosa). Nr. 15/2015, s. 41-45.

LP-plátuútgáva[rætta | rætta wikitekst]

  • Mítt navn við hondskrift - 2014 (saman við Lasse Thorning Jæger og Hanni Bjartalíð)

Yrkingasøvn[rætta | rætta wikitekst]

  • Hvít sól (Prosayrkingar) - Mentunargrunnur Studentafelagsins 2015
  • Eg skrivi á vátt pappír (bókaútgáva í átta pørtum) - Forlagið Eksil 2020

Heiðurslønir[rætta | rætta wikitekst]

  • 2020 - Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.

Familja[rætta | rætta wikitekst]

Lív Maria Róadóttir Jæger er dóttir Sólrun og Róa Patursson.[1] Eldra systir Lív Mariu, Unn Patursson, hevur fingist við tónleik av ymsum slag í mong ár. Undanfarnu árini gjørdi hon eisini onkuntíð tónleikin til tekstir hjá yngru systir síni.[7]

Lív Maria er gift við ljóðlistamanninum og tónleikaranum Lasse Thorning Jæger, sum gjørdi tónleikin til LP-plátuna 'Mítt navn við hondskrift' frá 2014.[3]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]