Turið Sigurðardóttir
Appearance
Turið Sigurðardóttir, fødd Joensen er fødd 12. august 1946 í Keypmannahavn. Turið tók B.A. prógv í íslendskum og almennari bókmentasøgu við Háskóla Íslands í 1976 og magistaraprógv í almennari bókmentafrøði við Københavns Universitet í 1987. Sigurðardóttir hevur starvast á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya 1976-78 og síðan 1986.
Turið Sigurðardóttir hevur bókaforlagið Ungu Føroyar undir hond. Forlagið gevur út føroyskar bøkur, upprunaligar og týddar. Forlagið gevur út bæði nýggjar og gamlar bøkur og leggur serliga dent á børn og ung.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Bøkur
[rætta | rætta wikitekst]- Lærið íslendskt 1 (mállæra v./ bandi), Lærið íslendskt 2. Føroya Skúlabókagrunnur. 1987. (Tá Turið Joensen)
- Sigert. Ungu Føroyar. 1994.
- Hugtøk í bókmentafrøði. Sprotin. 1998.
- Bókmentasøgur. Greinasavn. Føroya Fróðskaparfelag. 2004.
Nakrar týðingar
[rætta | rætta wikitekst]- 2009 Astrid Lindgren: "Pippi finnur ein spunk";
- 2005 Astrid Lindgren: "Pippi Langsokkur á Kurrikurriduttoynni";
- 2005 Halldór Laxness: "Salka Valka";
- 2000 Amy Tan: "Eydnufelagið";
- 2000 Astrid Lindgren: "Pippi heldur føðingardag";
- 1999 Astrid Lindgren: "Pippi Langsokkur í Suðurhøvum";
- 1997 Astrid Lindgren: "Kennir tú Pippi Langsokk?";
- 1996 Maria Gripe: "Hugo og Josefina";
- 1996 Maria Gripe: "Hugo";
- 1995 Maria Gripe: "Josefina";
- 1995 Astrid Lindgren: "Pippi fer um borð";
- 1992 Þorgils Gjallandi: "Leidd í kirkju";
- 1992 Gestur Pálsson: "Úr Trúlovanartíðini";
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 2013 - Fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í bólkinum Annað mentanaravrik fyri týðingar hennara til føroyskt.