Jump to content

Árni Dahl

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Árni Dahl varð heiðraður við Heiðursgávu landsins 2013 hin 15. januar 2014 í Stóra Pakkhúsi í Vági.

Árni Dahl (føddur 31. juli 1946 í Funningsfirði) er ein føroyskur rithøvundur, lærari, týðari og blaðstjóri. Hevur frá 1978 staðið fyri forlagnum Fannir, ið frá stovningardegnum hevur givið út o.u. 100 bøkur.[1] Í 1996 var hann heiðraður við Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri annað mentanarligt avrik, og í 2014 var hann heiðraður við Heiðursgávu landsins.

Lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Árni vaks upp á Viðareiði til 1953, í Klaksvík 1953-63 og í Keypmannahavn 1963-64. Síðan 1964 hevur hann mest búð í Havn og í Hattarvík.

Foreldur hansara vóru Jacobina (Bina) Dahl, f. Johannessen (1914-85) og Óli Dahl (1915-92) bæði úr Funningi. Í 1969 giftist hann Marionnu Debes Dahl, fødd Joensen, tey fingu børnini Tótu Árnadóttur, (fødd 1970) og Teit Árnason, (føddur 1972). Marianna er eisini rithøvundur.

Hann tók realprógv í Klaksvík í 1963, læraraprógv (málsliga deild) á Føroya Læraraskúla 1969. Hann tók ársskeið í føroyskum máli og bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya 1975-76, exam. art.-prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum 1977. Hann hevur starvast sum lærari á ymsum skúlum og hægri lærustovnum, á Venjingarskúlanum 1970-83, var tímalærari í nøkur ár á læraraskúlanum og fekk fast starv har í 1983, hann var tímalærari á Føroyamálsdeildini einstøk ár í áttitiárunum og á eftirútbúgvingarskeiðum frá 1980. Hann var lærugreinaráðgevi í føroyskum á landsmiðstøðini 1989-92 og 1993-94.

Blaðstjóri og álitisstørv

[rætta | rætta wikitekst]
  • Formaður í Móðurmálslærarafelagi Føroya 1981-86.
  • Í blaðstjórn Skúlablaðsins 1976-81
  • Blaðstjóri á Fríu Føroyum 1983-84, í blaðstjórnini á sama blaði 1984-93.
  • Formaður í Málstevnunevndini, sum skrivaði álitið "Málmørk" 2006-2007 (álitið latið Mentamálaráðnum 18. des. 2007).
  • Formaður í Skúlabókanevndini 2006-2010. Hann var sostatt seinasti formaður í Skúlabókanevndini, sum varð avtikin, í sambandi við at Skúlabókagrunnurin, Landsmiðstøðin fyri undirvísingaramboð og KT-depilin løgdu saman og myndaðu nýggjan stovn, NÁM.

Hevur skrivað og lagt til rættis

[rætta | rætta wikitekst]
  • Úr Føroya ítróttarsøgu, 1974.
  • Bókmentasøga I, 1980.
  • Bókmentasøga II, 1981.
  • Bókmentasøga III, 1983.
  • Greiðið og greinið, um bókmentaviðgerð í framhaldsdeildum og framhaldsskúlum, 1988, 1990.
  • Grannamálið fyri vestan, íslendskir tekstir til framhaldsdeildina, 1987+ljóðbók, 1987.
  • Norskt, nýnorskir tekstir og bókmálstekstir til framhaldsdeildina, 1989+ljóðbók.
  • 1. bók: Gott komi í barnið, tekstasavn og arbeiðshefti, 1990.
  • 2. bók: Bráð er barna lund, tekstasavn og arbeiðshefti, 1990.
  • 3. bók: Fólk og dýr, tekstasavn og arbeiðshefti, 1990.
  • 4. bók: Slatur og svik, tekstasavn og arbeiðshefti, 1990.
  • 5. bók: Ferðing og ferðsla, tekstasavn og arbeiðshefti, 1990.
  • Lærarabók, 1990.
  • Ljóðbók, 1990.
  • Søga og stev 1, 1996.
  • Søga og stev 2, 1997.
  • Søga og stev 3, 1997.
  • Søga og stev 4, 1998.
  • Søga og stev 5, 1999.
  • Søga og stev 6, 2000.
  • Føroya Lærarafelag 1898-1998, Bókadeild Føroya Lærarafelags, 1998, ISBN: 99918-1-144-3
  • Er tað nakað grøðandi?, brot úr søguni um heilivág og apotek, 1999.
  • Og orðið var lív, altartalva í Hattarvíkar kirkju, 2000.
  • Vinmenn, Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2001, ISBN: 99918-1-256-3
  • Navnabókin, Fannir, 2005, ISBN: 978-99918-49-39-4
  • Bóltspøl millum Klakk og Kjøl KÍ 1904-1954, Klaksvíkar Ítróttarfelag, 2009[2]
  • Bóltspøl millum Klakk & Kjøl KÍ 1955-1974, Klaksvíkar Ítróttarfelag, ISBN: 978-99918-823-1-4, 415 síður, 2013

Saman við øðrum skrivað ella lagt til rættis:

[rætta | rætta wikitekst]
  • Ung orð 1, 1984.
  • Ung orð 2, 1985.
  • Floygd orð 1, 1988.
  • Floygd orð 2, 1988.
  • Skrivligt føroyskt til 7. skúlaár, 1985.
  • Skrivligt føroyskt til 8. skúlaár, 1986, 1993, 1996.
  • Skrivligt føroyskt til 9. skúlaár, 1988, 1994.
  • Skrivligt føroyskt til 10. skúlaár, 1990, 1997.
  • Mállæra, 1997, 2. útg. 1998.
  • Vinmenn, 2001.

Savnað og greitt til prentingar

[rætta | rætta wikitekst]
  • Bókmentagreinir 1-6, 1981-82.
  • Bergur Djurhuus: Ungur at fara, 1977.
  • Føroya Lærarafelag 100 ár 1898-1998, 1998.
  • Ævisøguliga partin av Løgtingssøguni, 2002.
  • Nordahl Grieg: Skipið stevnir fram á leið, 1979.
  • Mette Newth: Ránið, 1990.
  • Valhøll 1-5, donsk teknirøð, 1987-89.

Týtt saman við øðrum

[rætta | rætta wikitekst]
  • Her búgva vit, 1981.
  1. "rit.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-09-27. https://web.archive.org/web/20130927121651/http://www.rit.fo/support. Heintað 2013-11-19. 
  2. hnj.fo[deyð leinkja]
  3. "In.fo, Heiðursgávan latin Árna Dahl". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-01-16. https://web.archive.org/web/20140116195640/http://www.in.fo/news-detail/news/heidursgavan-latin-arna-dahl/. Heintað 2014-01-16.