Martin Joensen (rithøvundur)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Martin Joensen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 19. apr 1902 í/á Sandvík
Andaðist 25. des 1966 í/á Tvøroyri
Starv lærari, høvundur
Dátuheiti
ISNI 0000000120723677
VIAF 171757266
LCAuth n2013074697
Minnisvarði í Sandvík til minnis um Martin Joensen.

Martin Joensen er føddur 19. apríl 1902 í Sandvík, deyður 25. desember 1966, sonur Louisu Joensen úr Sandvík. Var giftur við Linu Bjørgheim úr Tórshavn. Martin tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1926 og var lærari fyrst á Økrum, í Víkarbyrgi og í Sandvík og síðan á Tvøroyri 1944-64, tá ið hann vegna sjúku legði frá sær.[1] Hann var á ársskeiði á DLH 1938-39 og 1960-61. Martin var deknur í Sandvíkar kirkju í 14 ár. Eitt skifti var hann limur í sóknarstýrinum fyri Hvalbiar sókn. Hann skrivaði eina mongd av greinum og stuttsøgum í bløð og tíðarrit og barnasøgur í barnabøkur og bløð. Martin var blaðstjóri á Sosialinum í nøkur ár. Hann hevur skrivað hesar bøkur: Skaldsøgur: "Fiskimenn" 1946, "Tað lýsir á landi" 1952. Stuttsøgusøvn: "Útrák" 1949, "Klokkan ringir" 1962, "Heimadoktarin" 1977, "Gamli maðurin og varðin" 1977. Ein minnisvarði er reistur í Sandvík til minnis um Martin Joensen.

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

  • 1946 - Fiskimenn (skaldsøga)
  • 1949 - Útrák (stuttsøgur)
  • 1952 - Tað lýsir á landi (skaldsøga)
  • 1962 - Klokkan ringir (barna- og ungdómssøgur)
  • 1977 - Heimadoktarin (stuttsøgur)
  • 1977 - Gamli maðurin og varðin (stuttsøgur)

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Snar.fo[deyð leinkja]