Svenning Tausen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Svenning Tausen (føddur í Hovi 12. apríl 1936, deyður 5. november 2013) var ein føroyskur rithøvundur, lærari og ritsjóri. Hann starvaðist fyrst sum lærari í Føroya Millum- og Realskúla til 1961, síðan í Føroya Studentaskúla 1961-74 og eftir hetta sum varaskúlastjóri í nýggja Eysturskúlanum til 1996, tá ið hann legði frá sær.[1] Hann ritstjórnaði Mína jólabók í nógv ár og var eisini blaðstjóri á Barnablaðnum frá 1959 til 1973.

Hann var nevndarlimur í Bókadeild Føroya Lærarafelags frá 1958 til 1965 og aftur frá 1987 til 2001. Hann var ein teirra, ið fingu sett á stovn Bókamiðsøluna í 1968, og hann var formaður í nevndini fram til 1981.

Hann var giftur Amy (f. Olsen). Tey fingu tvey børn: Duritu og Magnus.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1962 Bíbliusøgur
  • 1965 Hans Andrias Djurhuus í Barnajól
  • 1968 Gleðilig jól í Barnajól
  • 1969 Friður á foldum í Míni jólabók
  • 1971 At spæla grýla í Sig mær eina søgu 1
  • 1978 Bíbliusøgur

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

1990 Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. bfl.fo, Svenning farin
  2. bfl.fo, Svenning Tausen