12. apríl

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
<< Apríl 2024 >>
Mi Fr Le Su
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30
MMXXIV

12. apríl er dagur 102 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 103 um skotár er). 263 dagar eru eftir av árinum.

Hendingar[rætta | rætta wikitekst]

  • 1814 - Napoleon roynir at fremja sjálvmorð við arsen-eitri, men royndin miseydnast.
  • 1861 - Amerikanska Borgarakríggið brestur av álvara á hendan dagin.
  • 1940 - Stóra Bretland hertekur Føroyar.
  • 1961 - Jurij Gagarin verður fyrsta menniskja út í rúmdini í Vostok 1.
  • 2014 - Pál Joensen vann gull í 1500 m. frí finaluni í Cup Eindhoven. Tíðin hjá Páli var 15.19.20
  • 2014 - Havnamaðurin Martin Berg gjørdist íslendskur meistari í inniróðri. Hann róði í bólkinum tungvekt, og kappaðist á 2000 metrum. Hann kom á mál við tíðini 6.08.5, sum var nýtt íslendskt met. Orsakað av, at Martin Berg hevur íslendskar røtur, verður metið skrásett.
  • 2014 - Durita Jensen vann FM í borðtennis, einmansleiki hjá kvinnum, bert 15 ára gomul. Hon vann finaluna móti Annu Mikkjalsdóttir 3-0, settmunurin var 14-12, 11-6 og 11-4.
  • 2014 - Fróði F. Jensen úr Tvøroyrar Borðtennisfelag vann FM í einmansleiki hjá monnum. Hann vann finaluna móti Peter Niclasen, sum vann FM í 2013. Hann vann dystin 4-2. Settúrslitini vóru hesi: 12-10, 10-12, 8-11, 11-6, 11-8 og 12-10.
  • 2014 - Regin á Rógvi úr Sunda Judofelag vann FM hjá ungum monnum. Hann vann finaluna á Ari Johannesen úr Havnar Judofelag. Petur Sigurd Johannesen úr Sunda Judofelag vann føroyameistaraheitið hjá monnum móti Edvardi Johannesen, úr Sunda Judofelag.
  • 2014 - Nicolaj Gunnarstein vinnur FM í einmansleiki í badminton hjá monnum. Hann vann móti stórabeiggja sínum Benjamin Gunnarstein. Teir búgva niðri í Danmark og eru hálvir føroyingar. Nicolaj vinnur 2-0. Settúrslitini vóru 21-11 og 21-16.
  • 2014 - Rannvá Carlsson er trífaldur føroyameistari triðja árið á rað. Í einmansleikinum spældi hon móti Kristinu Eriksen. Hon vann 2-0 við settúrslitunum 21-10 og 21-9.
  • 2015 - Jákup á Borg setir met við at skora mál nummar 148 í bestu føroysku fótbóltsdeildini, gamla metið á 147 mál átti John Petersen.


Føðingar[rætta | rætta wikitekst]

Andlát[rætta | rætta wikitekst]

Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið