Anna Mikkjalsdóttir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Anna Mikkjalsdóttir (fødd 1997) úr Trongisvági er ein føroyskur borðtennisleikari, ið spælir fyri TBF og føroyska borðtennislandsliðið. Hon hevur vunnið føroyameistaraheitið fleiri ferðir, bæði í smágentudeildini[1] unglinga-[2] og vaksnamannadeildini.

Lívsleið innan borðtennis[rætta | rætta wikitekst]

FM í borðtennis[rætta | rætta wikitekst]

Anna vann føroyameistaraheitið í 2011 í smágentudeildini[3] og í 2012 vann hon FM fyri kvinnur, og 2016[4] 2016[5] og silvur í somu kapping í 2014 og 2015.

HM 2014 í Tokyo[rætta | rætta wikitekst]

Í mai 2014 luttóku Anna Mikkjalsdóttir, Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen í HM í Tokyo fyri lið í borðtennis. Tær megnaðu at spæla seg víðari í fyrsta umfari og endaðu sum nummar 77 av 96 luttandi londum, og tað vóru tær nøgdar við.[6]

Arctic Open 2014[rætta | rætta wikitekst]

Frá 16. til 18. mai 2014 var borðtenniskapping hildin í Føroyum, kappingin nevnist Arctic Open og er fyri Føroyar, Ísland og Grønland. Føroyar vann liðkappingina hjá kvinnum í 2014. Árið fyri gjørdust tær nummar fýra, tá luttók úrvalslið úr Jyllandi eisini.[7]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. btsf.fo - Anna Mikkjalsdóttir føroyameistari í smágentudeildini
  2. btsf.fo - Her eru úrslitini fyri FM hjá kvinnum í borðtennis.
  3. - Facebook.com, deilt leinkja frá Borðtennissambandinum.
  4. vev.fo - skrivað hevur btsf.fo - 15.04.2012
  5. portal.fo - Tvøroyrar Borðtennisfelag vann nógv í vetur, skrivað hevur Niels Petersen 7. apríl 2016. Heintað 14. apríl 2016.
  6. in.fo - Spældu seg víðari í HM - Føroyska borðtennislandsliðið hjá kvinnum stóð seg væl í HM-kappingini í Tokyo.
  7. btsf.fo