Jump to content

Jákup á Borg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jákup á Borg

Jákup á Borg (føddur 26. oktober 1979) er ein føroyskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari, sum í løtuni er venjari hjá B68 í Betrideildini, har hann hevur verið venjari síðani 2022. Áðrenn tað var hann venjari hjá B36 frá 2017 til 2020.

Hann hevur spælt 62 A-landsdystir fyri Føroyar og skotið 2 mál. Harumframt hevur hann spælt 5 dystir við U19- og 6 við U17-landsliðnum.

Jákup á Borg er uppvaksin í B36 og spældi har til 2003, tá hann flutti til Danmarkar og eitt skifti spældi við Odense BK. Síðan spældi hann við HB frá 2004 til 2008 og so aftur við B36 frá 2008 til 2016.

Umframt fótbóltin er Jákup íverkseti og vinnulívsmaður. Hann stovnaði og var í fleiri ár stjóri í Bilrøkt Archived 2023-04-01 at the Wayback Machine og eigur og rekur Limo Service Faroe Islands

Altjóða mál fyri Føroyar

[rætta | rætta wikitekst]
Mál og úrslit, málini hjá Føroyum verða víst fyrst.
#DagurVøllurMótstøðuliðMálÚrslitKapping
127. apríl 2003Svangaskarð, Toftir, Faroe Islands Kasakstan1-03-2Vinardystur
218. august 2004Svangaskarð, Toftir, Faroe Islands Malta1-03-2Vinardystur
    Wikimedia Commons logo
    Wikimedia Commons logo
    Sí miðlasavnið