Eilif Samuelsen
Eilif Samuelsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 22. mai 1934 í/á Fuglafjørður |
Alma mater | Q12315781 |
Starv | lærari, politikari, bell-ringer, týðari |
Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
Dátuheiti |
Torben Eilif Lindenskov Samuelsen (f. 22. mai 1934 í Fuglafirði) er fyrrverandi lærari og politikari fyri Sambandsflokkin.
Eilif Samuelsen fekk læraraprógv á Haslev seminarium í 1958. Hann starvaðist sum lærari í Fuglafirði 1958-59, í Hvalvík 1959-65, Tórshavnar kommunuskúla 1965-68 og Venjingarskúlanum 1968-99.
Hann var løgtingslimur 1978-1990, skeiðini sum landsstýrismaður undantikin. Hann var landsstýrismaður í skúla-, almanna- og orkumálum árini 1981-1985 og í umhvørvis-, orku-, skúla-, kommunu- og norðurlandamálum árini 1994-1998. Hann var bygdarráðsformaður í Hvalvíkar kommunu 1963-1965.
Hann var formaður í Føroya Lærarafelag 1968-1980, í Landsskúlaráðnum 1992-94, í Mentanargrunni Føroya Løgtings 1986-94 og 1998-2000, formaður í Tórshavnar Musikkskúla 1988-1998.
Eilif Samuelsen er abbasonur Andrass Samuelsen, sum var Føroya løgmaður 1948-1950.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 346. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)