Jóhanna Maria Skylv Hansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Jóhanna Maria Skylv-Hansen (17. februar 1877 í Nólsoy - 2. februar 1974) varð borin í heim í Nólsoy í 1877 og var í móðurætt ættað frá Jóannesi í Nýggjustovu, ið var bróðir Nólsoyar-Pálls. Mamman var Pouline Marie Nolsøe (1840-1915), pápin var Thomas Joensen (1835-88), skipari. Hon giftist fýrpassara Anders Hansen, sum varð føddur 28. desember 1875 í Store Havelse, Ølsted, Frederiksborg amt, deyður 28.10.1959 í Tórshavn.

Skipað skúlagongd við egnum lærara var í Nólsoy, tá hon var smágenta, og her lærdi hon at lesa, skriva og rokna og so hin kristna barnalærdómin. Sjálv hevur hon á sín eyðkenda livandi hátt greitt frá teimu fyrstu skúlaárunum.

Hon gav út bøkurnar Gamlar gøtur I-IV. Í 1967 fekk hon Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens og gjørdist harvið fyrsta kvinnan ið fekk henda heiður.[1]

Heiðurslønir[rætta | rætta wikitekst]

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

  • 1950 Gamlar gøtur I
  • 1967 Gamlar gøtur II
  • 1970 Gamlar gøtur III
  • 1973 Gamlar gøtur IV

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Kvinfo.dk