Vida Akselsdóttir Højgaard
Vida Akselsdóttir Højgaard (fødd 1. mai 1945 og uppvaksin í Kaldbak) er ein føroyskur rithøvundur.[1]
Lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Eftir realprógv frá Færøernes Mellem- og Realskole fór hon í bankalæru og tók handilsprógv í 1963. Ígjøgnum øll áttatiárini skrivaði hon javnan í bløðunum um kvinnumál, um heim, børn, skúla og samfelagsmál yvirhøvur, og onkur yrking sá eisini dagsins ljós. Um hetta mundið var hon eisini politiskt virkin og varð uppstillað fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið í 1988 og í løgtingsvalið 1990. Hon hevur havt fleiri nevndarsessir, m.a í Barnaverndini í Havn, Felagnum Føroyar-Ísrael og Føroya Urtagarðsfelag, ið hon var við til at stovna, og í nýggjari tíð sum skrivari í Rithøvundafelag Føroya (2006-2008). Hon hevur roynt ymiskt úti á arbeiðmarknaðinum frá flakavirki og kafeteria til at seta prestar upp fyri Landsverk. Í 1997 tók hon danskt skrivstovuprógv og prógv í enskum og starvaðist eftir tað í eitt ár fyri oljuvinnuna við at umseta føroyskt blaðtilfar til enskt.
Sína fyrstu yrking skrivaði hon sum tíggju ára gomul (hon var uppá rím). Hevur altíð av og á skrivað sangtekstir, blaðgreinar, hugleiðingar og yrkingar. Í 2003 fór hon í holt við at skriva bókina Mørk, sum er eitt slag av ævisøgu í skaldsøguhami, og á vári 2008 fór hon undir at savna yrkingar, ið stava frá tíðarskeiðnum fyrst í áttatiárunum og fram til 2008.
Útgivið
[rætta | rætta wikitekst]- 2005: Mørk. Skaldsøga. Mentunargrunnur Studentafelagsins
- 2008: Novemburmorgun. Yrkingar. Mentunargrunnur Studentafelagsins[2]
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "rit.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-09-27. https://web.archive.org/web/20130927121651/http://www.rit.fo/support. Heintað 2013-11-17.
- ↑ ms.fo