Jump to content

Jonhard Mikkelsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jonhard Mikkelsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1953
Starv høvundur
Dátuheiti
ISNI 0000000356770963
VIAF 190910432
LCAuth n96122874

Jonhard Mikkelsen (f. 1953) vestmenningur. Stjóri á forlagnum Sprotin.[1] Útbúgvin cand. mag. í enskum og føroyskum á Århus Universiteti og Fróðskaparsetri Føroya í 1980. Starvaðist sum adjunktur á Føroya studentaskúla frá 1981 til 1995. Hann var lærugreinaráðgevi í føroyskum fyri studentaskúlar og hf-deildir frá 1988 til 1995, tá ið hann fór í starv sum lektari á Føroya læraraskúla og starvaðist har til 2010. Jonhard Mikkelsen starvaðist sum námslektari á Námsvísindadeild Fróðskaparsetursins frá 2010 - 2017.[2] Limur í føroyska málráðnum frá 2012 - 2017.

Orðabøkur

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1992 ensk - føroysk orðabók saman við Annfinni í Skála
  • 1998 donsk - føroysk orðabók saman við Annfinni í Skála og Hanne Jacobsen
  • 2004 føroysk - ensk orðabók saman við Annfinni í Skála

Aðrar útgávur

[rætta | rætta wikitekst]
  • Ein ferð inn í føroyskt saman við Kára Davidsen (mállæra til miðnám og Námsvísindadeildina)
  • Hugin og minnið saman við Anker Eli Mortensen (skeið í norrønum til miðnám)
  • Eitt sindur um - hugburð, samskifti, myndir, lýsingar, stuttsøgur (grundbók í tekstalestri)
  • Sprotar - eitt sindur um tekstir í bløðum og tíðarritum (um at greina fjølmiðlatekst)
  • Brotmyndir - amboð til skald- og stuttsøgugreiningar
  • Grundskeið í Føroyskum (stutt skeið í rættskriving)

Ritstjórn

[rætta | rætta wikitekst]
  • Petur M. Rasmussen: Mangt er í brøgdum vunnið (føroyskt málsøga)
  • Svenning Tausen: Orð og orðað (um føroyskt orðalag)
  • Svørt verða sólskin (norðurlendsk ritstjórn)
  • Nýbrotið í norðurlendskum skaldskapi (norðurlendsk ritstjórn)
  • Norðurlond í kring (norðurlendsk ritstjórn)
  • Sagnaslóðir fram við strendur (norðurlendsk ritstjórn)
  • Robert Joensen: Seyðabókin
  • Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin
  • Eyðun Johannesen: Míni leikapetti
  • Rasmus Rasmussen: Sær er siður á landi
  • Reidar Djupedal: Jens Christian Svabo - brot úr lívssøgu
  • Harald Bjørgvin: Havsins aldingarður
  • Frits Johannesen: FRITS

Týðingar

[rætta | rætta wikitekst]
  • William Heinesen: Laterna magica
  • Daniel Wedel: Ó-søgur um djevulskap
  • B. Christensen, C. B. Poulsen: KOKS
  • Tim Ecott og Claes B. Poulsen: Føroyasmakkur

Jonhard Mikkelsen stovnaði saman við øðrum vikuskiftisblaðið FREGNIR í 2001 og var blaðstjóri, til blaðið gavst í 2004.

Forlagið Sprotin

[rætta | rætta wikitekst]

Jonhard stovnaði forlagið SPROTAN í 1993 og hevur rikið tað síðan. Forlagið gevur út lærubøkur til føroyskt, søgubøkur, listabøkur, nýskrivaðar og týddar skaldsøgur, yrkingar o.a. Útgávurnar síggjast á heimasíðuni hjá Sprotanum www.sprotin.fo

Á sprotin.fo eru allar tær føroysku orðabøkurnar hjá ymsum forløgum og einstaklingum savnaðar. Forlagið kunnar um bøkur, høvundar, tiltøk o.a. í Sprotatíðindum.

  • 1991 Heiðursgávu úr grunni Kristians á Brekkumørk 
  • 2010 Heiðursgávu Landsins 2010.[3]
  • 2020 Fyrstu virðisløn Vígdis Finnbogadóttir
  • 2020 Heiðurskross Vitans
  1. "in.fo - Bóðu um tilboð í Føroyum". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-12-05. https://web.archive.org/web/20141205213249/http://www.in.fo/index.php?id=42&tx_news_pi1%5Bnews%5D=11321&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=18920497bdc86dcdf97217baf80bed01. Heintað 2015-01-04. 
  2. setur.fo
  3. Vestmanna.fo