Benny Samuelsen
Benny Samuelsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 2. aug 1928 í/á Fuglafjørður |
Andaðist | 30. des 2017 í/á Tórshavn |
Starv | ábyrgdarblaðstjóri, journalistur, typographer, sjónleikari |
Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
Dátuheiti |
Benny Samuelsen (føddur 2. august 1928 í Fuglafirði, deyður 30. desember 2017) var ein føroyskur blaðstjóri og prentari.
Sum heilt ungur kom Benny til Havnar í prentaralæru á Dimmalætting, sum farbróðirin Georg Lindenskov Samuelsen stjórnaði frá 1935 til 1981. Dimmalætting helt tá til í gomlu prentsmiðjuni í Erling Jalsgøtu – og áðrenn stóra eldin í 1944, tá húsini hjá Dimmalætting brunnu í grund. Hóast prentaralærdur skifti Benny til tað redaktionella arbeiðið í 1970.
Benny var blaðstjóri á Dimmalætting frá 1981 - 1995. Hann var formaður í P/F Dimmalætting til 2008, tá hann bleiv næstformaður. Hann sat eisini í nevndini á samanløgdu prentsmiðjunum hjá Dimmalætting og Sosialinum, P/F Prentmiðstøðini, sum varð stovnað í 2000. Benny sat í nevndini á Prentmiðstøðini so leingi Dimmalætting átti í Prentmiðstøðini frá 2000 til 2010. Tá hevði Benny Samuelsen verið virkin í føroyska fjølmiðlaheiminum í 68 ár.
Benny Samuelsen var eisini virkin á mentanarøkinum, í Sjónleikarhúsinum, hann var við í fleiri útvarpsleikum og læs eisini fleiri skaldsøgur í útvarpinum.[1]
Familja
[rætta | rætta wikitekst]Benny var sonur Lenu og Steingrim Samuelsen úr Fuglafirði. Hann var elstur av 12 systkjum, tíggju brøður og tvær systrar vóru í systkinaflokkinum.
Ávísing úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- "Lindenskov, Eirikur: Virkin fjølmiðlamaður í næstan 70 ár deyður". 2019-04-15. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2019-04-15. http://archive.today/RY17C.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Lindenskov, Eirikur (31. desember 2017). "Virkin fjølmiðlamaður í næstan 70 ár deyður". http://www.in.fo/news-detail/virkin-fjoelmidlamadur-i-naestan-70-ar-deydur/. Heintað 31. december 2017.