Louis Bergh
Appearance
Louis Jacob Andreas Cantor Bergh (12. september 1834 í Keypmannahavn - 7. november 1910) var ein danskur lærari og blaðstjóri. Hann flutti til Føroya, har hann gjørdist yvirlærari í realskúlanum í Havn (Thorshavns realskole) frá 1867. Hann arbeiddi fyri, at danskt skuldi vera verandi almenna málið í føroyskum skúlum. Hann var lærari hjá Jóannes Patursson, tá ið Jóannes gekk á realskúla. Sambært Jóannes Patursson vóru tey einastu tvey orðini, ið hann hoyrdi Bergh siga: pínadoy og skerpikjøt. Bergh var lærari á Læraraskúlanum frá 1870 til 1903, hann var blaðstjóri á Dimmalætting frá 1882 til 1885 og fyrsti formaður í Føroya Lærarafelag, har hann var formaður frá 1898 til 1902.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Anton Degn : Bergh, L. í.: Dansk biografisk leksikon, 3. udgave, bind 1 (1979), s. 615