Jump to content

Kjak:Fólkaatkvøðan 14. september 1946

Page contents not supported in other languages.
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Eru hasi tølini heilt røtt? Í Løgtingið 150 ár - hátíðarrit 1 (bls. 273) stendur at valluttøkan var 63,7% uttan ógildugu atkvøðurnar og 66,4% við teimum ógildugu.

Í Stjórnarskipanarmálið 1946 stendur á bls. 106: 66,4% av veljarunum høvdu verið á vali.

Atkvøðutølini fyri stjórnaruppskotinum og loysingaruppskotinum standa eisini í báðum keldunum at vera ávikavist 5.499 og 5.600.

Talið 66,4% er eisini at finna í Hvítubók, bls. 30: "11.624 fólk greiddu atkvøðu, svarandi til eina valluttøku upp á 66,4% av teimum, ið høvdu valrætt".

Í hesi greinini, og í 3. bindi av Løgtingssøguni, standa tó onnur tøl. Hvussu er munurin íkomin?

Start a discussion about Fólkaatkvøðan 14. september 1946

Start a discussion