Jump to content

Kim Kielsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kim Kielsen í 2012.

Kim Kielsen (føddur 30. november 1966) er ein grønlandskur politikari. Hann var formaður fyri flokkin Siumut frá 2014 til 2020 og landsstýrisformaður Grønlands í tíðarskeiðnum frá 2014 til 2021.

Hann gjørdist virkandi landsstýrisformaður Grønlands, tá ið hann tók við eftir at Aleqa Hammond í oktober 2014 legði frá sær, og nakrar dagar seinni gjørdist hann eisini nýggjur formaður fyri flokkin.

Kim Kielsen var upprunaliga sjómaður, men hann fekk sær útbúgving sum løgreglumaður og hevur arbeitt sum løgreglumaður í Upernavik og Paamiut frá 1996 til 2003. Í 2003 søkti hann um farloyvi frá politinum og fór í staðin at standa fyri einum átaki við børnum og ungum sum høvdu trupulleikar. Á valinum í 2005 var hann á fyrsta sinni valdur inn í Grønlands Landsting. Á vári 2005 varð hann eisini valdur inn í kommunustýrið í heimstaðarkommununi, Paamiut kommuna.

Í 2007 gjørdist hann ráðharri fyri bústaðir, samferðslu og ráevni. Hann tók við hesum starvi eftir Jørgen Wæver Johansen. Hann sat í hesum sessinum til á sumri 2009, tá ið flokkur hansara misti valdið. Síðan var hann vanligur limur í landstingum til valið í 2013, tá ið flokkur hansara aftur kom til valdið.

Í oktober 2014 gjørdist hann virkandi landsstýrisformaður, eftir at Aleqa Hammond hevði verið fyri hørðum ábreiðslum orsakað av at hon hevði nýtt umleið 100.000 krónur av landsins pengum til egna privata nýtslu, og legði frá sær. Fáir dagar seinni varð Kielsen valdur til formann fyri Siumut.[1][2][3][4][5][6] Hann fekk 44 av 65 atkvøðum til formansvalið.[7][8][9] Hin 28. november 2014 varð val í Grønlandi og Siumut gjørdist vinnari av valinum, sjálvt um flokkurin misti 3 landstingslimir í mun til eftir valið í 2013. Hin 4. december 2014 varð nýggja samgonga Grønlands veruleiki, tó vóru nøvnini ikki kunngjørd fyrr enn seinni. Samgonga varð gjørd millum Siumut (ið fekk 11 limir), Demokratarnir (4 limir) og Atassut (2 limir) við Kim Kielsen sum landsstýrisformanni.[10]

Kim Kielsen varð koyrdur frá sum formaður fyri flokkin Siumut í november 2020. Nýggur formaður gjørdist Erik Jensen.[11] Kim Kielsen legði tó ikki frá sær sum landsstýrisformaður.

Eftir at grønlendski andstøðuflokkurin Inuit Ataqatigiit hevði vunnið stórsigur á valinum til grønlendska landstingið, Inatsisartut, tann 6. apríl 2021, legði Kim Kielsen frá sær sum landsstýrisformaður tann 23. april 2021. Eftirmaður sín sum landsstýrisformaður gjørdist Múte B. Egede.[12][13][14]

Kim Kielsen er giftur við Judithe Kielsen, tey eiga tvey børn.

Stjórnir hjá Kim Kielsen

[rætta | rætta wikitekst]
  • Skiftisstjórn: grønlendska landsstýrið frá 1. oktober 2014 til 12. desember 2014
  • Fyrsta stjórnin: grønlendska landsstýrið frá 12. desember 2014 til 27. oktober 2016
  • Onnur stjórnin: grønlendska landsstýrið frá 27. oktober 2016 til 15. mai 2018
  • Triðja stjórnin: grønlendska landsstýrið frá 15. mai 2018 til 5. oktober 2018
  • Fjórða stjórnin: grønlendska landsstýrið frá 5. oktober 2018 til 9. apríl 2019
  • Fimta stjórnin: grønlendska landsstýrið frá 9. apríl 2019 til 29. mai 2020
  • Sætta stjórnin: grønlendska landsstýrið frá 29. mai 2020 til 23. apríl 2021
  1. http://www.norden.org/en/persons/kim-kielsen
  2. http://sermitsiaq.ag/kim-kielsen-naalakkersuisoq
  3. http://www.bt.dk/politik/kim-kielsen-ny-formand-for-siumut
  4. http://jyllands-posten.dk/politik/ECE7074428/Kim-Kielsen-vil-ogs%C3%A5-v%C3%A6re-ny-Siumut-formand-i-Gr%C3%B8nland/
  5. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-12-26. https://web.archive.org/web/20151226033312/http://arcticjournal.com/politics/1048/greenlands-premier-two-reasons-be-relieved. Heintað 2014-12-10. 
  6. http://www.altinget.dk/rssitem.aspx?id=1107825
  7. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-11-22. https://web.archive.org/web/20141122152357/http://sermitsiaq.ag/se-billeder-kim-kielsens-store-triumf. Heintað 2014-12-10. 
  8. http://sermitsiaq.ag/opdateret-kim-kielsen-ny-formand-siumut
  9. http://sermitsiaq.ag/aleqa-stoetter-kielsen
  10. jyllands-posten.dk - Kim Kielsen bliver Grønlands nye leder
  11. Kim Kielsen framman fyri Erik Jensen, in.fo, 7.04.2021
  12. Val til grønlendska landsstýrið: IA gjørdist stóri vinnarin Archived 2025-01-07 at the Wayback Machine, dimma.fo, 7. apríl 2021
  13. Val útskrivað í Grønlandi Archived 2025-01-07 at the Wayback Machine, dimma.fo, 17. februar 2021
  14. Veljarakanning gevur IA 36 prosent, kvf.fo, 4. apríl 2021
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið