Sara Olsvig

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Sara Olsvig

Sara Olsvig (fødd 26. september 1978 í Godthåb) er ein grønlendskur politikari frá Inuit Ataqatigiit. Hon gjørdist limur í danska Fólkatinginum í 2011, har hon sat til mai 2014, tá hon gjørdist floksformaður fyri Inuit Ataqatigiit og tí fór heimaftur til Grønlands. Hon er útbúgvin bachelor frá Grønlands Universiteti og hevur eina kandidatútbúgving í antropologi frá Keypmannahavns Universiteti.[1]

Sara Olsvig varð hin 12. marts 2013, eisini vald til Inatsisartut (Grønlands Landsting) fyri Inuit Ataqatigiit. Hon fekk fimthægsta tal av atkvøðum: 1030 atkvøður.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sara Olsvig á ft.dk
  2. qinersineq.gl: Valgresultater Heintað 27. mars 2013.