Jump to content

Danska hjálandaveldið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Donsku-norsku hjálondini í 1800.

Danmark var í 1600-1800 árunum eitt hjálandaveldi. Danmark hevði millum annað sett seg niður í Grønlandi, Íslandi, Gana, India og Karibia. Í 1672-1733 hersettu og keyptu danir tríggjar vesturindiskar oyggjar, Saint Thomas, Saint John og Saint Croix í Karibia, haðan teir fingu romm og sukur. Í 1672 settu danir seg niður á Saint Thomas, og í 1718 yvirtók Danmark Saint John, sum annars hoyrdi til Stóra Bretland. Í 1733 keypti Danmark Saint Croix frá Fraklandi. Jómfrúoyggjarnar vórðu seldar USA í 1917. Í 17. øld fingu Danmark-Noreg sær smá hjálond í India, tí teir vildu m.a. hava bummull, kryddurtir, silki og te. Kendasta hjálandið í Ásia var Trankebar á eysturstrond India (selt Stóra Bretlandi í 1845). Í Donskum Guinea á gullstrondini (nú Gana) í Afrika høvdu teir 17. og 18. øld skansa og handilsstøðir til trælahandil (selt Stóra Bretlandi í 1850).

Vesturindisku oyggjarnar vóru partur av víðgitna tríkantshandlinum. Danmark býtti vápn og klæðir um við trælir í Afrika, sum síðani vórðu sigldir til Karibia. Her vórðu teir býttir um við tubbak, bummull og sukur, sum varð siglt til Danmarkar. 3. juli 1848 legði danski ríkisumboðsmaðurin, Peter Von Scholten, trælahaldið niður í Karibia. Tær tríggjar oyggjarnar vórðu seldur til USA í 1917 fyri 25 milliónir dollarar. Oyggjarnar eita í dag U.S. Virgin Islands. Høvuðsstaðurin í Jómfrúoyggjunum eitur Charlotte Amalie, og tað eru enn nógvir vegir við donskum nøvnum.


Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]