Valdstríbýti

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Sambært læru um tríbýti av valdinum er tað so, at lóggevandi, útinnandi og dømandi virka atskilt fyri at sleppa undan valdsmisnýtslu. Teir tríggir stovnarnir, sum býta valdið í landinum – lóggevandi-, útinnandi- og dømandi valdið – skulu ansa eftir hvør øðrum og tryggja eina javnvág (checks and balances á enskum). Charles de Montesquieu legði tað fram fyri meira enn hálvt triðja hundrað árum síðan, helst íblástur av tankagóðsinum hjá Platon og næmingi hansara Aristoteles. Kendi fraklendingurin tvíhelt ikki um hetta tríbýtið, var tørvur á fleiri vøldum, eitt nú at fíggjargeiri og tjóðbanki gjørdust eitt vald, so var tað ein møguleiki hjá teimum, sum hildu seg hava tørv á hesum. So kjølfestur er hesin hugburðurin um tríbýtið av valdinum kortini vorðin, at hann er grundfestur í flestu stjórnarskráum á okkara leiðum. Býtið ímillum tað lóggevandi-, útinnandi- og dømandi valdið í samfelagnum. Hjá Aristoteles er tað góða samfelagið eisini ein blanding av fámannaræði og fólkaræði. Hesa stýrisskipan nevnir hann politeia, sum merkir forfatning, stjórnarskipan ella konstitutión. Politeia stendur fyri tað ”góða” meirilutastýrið, blandað við pørtum av fámannaræði og stýri undir lógini. Politeia er tað stýrisskipanarslagið, har fólkið stýrir til felags gagn. Ein slík blandingsstýrisskipan skapar eina valdsjavnvág.

Heimastýrislógin skilir sundur málsøkini viðvíkjandi Føroyum í sermál, har Àki Dam var fremstur. Løgtingið hevur lóggevandi og Landsstýrið útinnandi valdið, og felagsmál, sum vera fyrisitin av ríkismyndugleikunum. Millum annað er umhvørvi og samferðsluviðurskifti sermál, meðan til dømis løgregla, ákærumyndugleiki og rættargangs- og revsilóg eru felagsmál. Stýrisskipanarlógin ásetir innanhýsis valdsbýtið í Føroyum. Nevndin vísir á, at skipanin í okkara grannalondum við tríbýti av valdinum millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið ikki er galdandi í Føroyum. Dømandi valdið er hjá dómstólum ríkisins. Hetta er felagsmál, sum heimastýrið ikki hevur yvirtikið, og løgting og landsstýri hava onga ávirkan á dømandi valdið. Lóggevandi og útinnandi valdið er hjá løgtinginum. Tó hevur landsstýrið stóran part av fyrisitingini um hendi, men tað má geva seg undir løgtingsins avgerðir og hevur ikki endaligt fyrisitingarligt vald.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið