Platon

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Platongrikskum: Πλάτων) (428/427 f.Kr. – 348/347 f.Kr.) var grikskur heimspekingur. Hann æt upprunaliga Aristoklis, men varð kallaður Platon (Plàtōn), ið merkir "ennisbreiði". Hann, Sokrates og Aristoteles løgdu støðið undir vesturlendska heimspeki. Platon fekst eisini við støddfrøði, og hann stovnaði Akademiið í Athen, sum var allarfyrsti lærdi háskúlin í Vesturheiminum. Hann skrivaði mest samrøður, sum nevnast "sokratisku samrøðurnar", av tí at Platon nýtir Sokrates sum høvuðspersón, og kunnger umvegis hann boðskap og heimspeki sína. Verk Platons eru í høvuðsheitum støðið undir skilvísi, retorikki, støddfrøði og heimspeki sum heild.

Platon verður ofta settur upp móti næmingi sínum, Aristotelesi, hvørs heimspeki var tann øvugta av Platonsa, av tí at hon einans var støddfrøðislig og bygd á eygleiðingar.

Miðøldin var góð við Aristoteles og tók hann fram um Platon, men í Býsantiska ríkinum varð nógv granskað í Platoni.

Platonisma[rætta | rætta wikitekst]

Tað at nokta materiellu kringumstøðurnar hjá okkum og tær avleiðingar, ið hetta hevur, eins og Sokrates ofta gjørdi, nevnist oftani "platonisma". Í fleiri av verkum Platons - serliga Politeiu - kemur Sokrates og vendir vanliga mátanum, sum vit fata heimin kring okkum á, og tað, vit kunnu vita, fullkomiliga á høvdið - hann avnoktar sansirnar fullkomiliga. Í verkinum Teatetos letur hann Sokrates siga, at slík fólk, sum trúgva á sansirnar, eru "eu a-musoi", sum merkir "glað uttan musurnar". Hetta merkir í stuttum, at tey liva uttan guddómsligan íblástur, sum í einum glotta kann vísa teimum hin hægra veruleikan.

Í holulíknilsinum kunnger Platon bæði vitanarfrøði og politikk sín. Holulíknilsið snýr seg um, at tann, sum ger seg frían av leinkjunum og fer út úr holuni og upp í sólarljósið, hann eigur at stýra samfelagnum. Tann upplýsti hevur skyldu til at fara frá tí bara at sita og filosofera, og til at stýra samfelagnum, av tí at hesin hevur "hitt háleitta innlitið". Hesir persónar nevnast "heimspekiskongar".

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið