Jump to content

Sokrates

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Myndprýðing av Sokratesi.

Sokrates (470 f.Kr. - 399 f.Kr.) var grikskur heimspekingur. Hann skrivaði einki sjálvur, og vit vita bara um hann frá Platon, Aristoteles, herføraranum Xenofon og komediuskaldinum Aristofanes. Hesir menn hava ymsar fatanir av Sokratesi. Platon lýsir hann sum miklan vísmann og annars eitt stásfólk. Xenofon lýsir Sokrates sum eitt slag av vandaleysum miðalhampamanni. Aristofanes ger í komediu síni Skýggjunum gjøldur burtur úr Sokratesi, sum gongur og spyr býttar spurningar.

Sambært Platoni gekk Sokrates einans og spákaði runt í Athen og prátaði við fólk, og kom so líðandi inn á heimspekiligar spurningar. Sokrates helt, at vit øll innast inni eru alvitandi, og at við at spyrja spurningar, kunnu vit koma fram á hetta guddómsliga innlit, sum vit øll hava í sálum okkara. Hesin máti nevnist "more Socratico" - Sokrateski mátin. Sagt verður, at mamma Sokrates var ljósmóðir, og at Sokrates uppfataði sín spyrjandi framferðarhátt sum ein "ljósmøðrahátt", har hann fekk tankar at føðast.

Sokrates var biddari, og sambært keldum var hann ikki sørt tuflaður undir konuni Xantippu, rýmdi ofta heimanifrá undan henni. Tað verður stundum sagt um eina grussu, at hon er ein "xantippa".

Í verki Platons "Verjurøða Sokratessar", sum J.H.O. Djurhuus týddi til føroyskt, og sum skal vera Sokratessar veruliga verjurøða, nevnir Sokrates, at sín góði vinur Karifon einaferð spurdi oraklið í Delfi, um nakar var vísari enn Sokrates. Tá segði oraklið nei, og Karifon nevndi so hetta fyri Sokratesi. Sokrates undraðist stórliga á hesa framsøgn hjá oraklinum, til hann gjørdi ta niðurstøðu, at oraklið hevði rætt, av tí at Sokrates "visti, hvussu lítið hann visti", meðan fólk flest hildu seg vita nógv, tá tey í veruleikanum einki vistu.

Í árinum 399 varð Sokrates dømdur til deyðis fyri at hava "siðspilt" ungdómin í Athen, og hann varð dømdur at drekka kók av eini eitrandi plantu. Hetta gjørdi hann uttan at blunka.

Í verki sínum "Feidon", sum J.H.O. Djurhuus týddi til føroyskt, lýsir Platon gjølla, hvussu Sokrates drekkur eitrið og doyr - fyrst missir hann kensluna í fótum, so beinunum, og so víðari allan vegin uppeftir, til hann doyr. Hesar lýsingar Platons tulka summi sum lýsing av heimspeki hansara - tá sálin fer úr likaminum, gerst fræls.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið